Hetta er serliga yrkisskúlasøgan, men eisini fólkaskúlasøgan við atliti at fólkaskúla miðnáms yvirgongd.
Diskursir og átøk í donsku og føroysku yrkisútbúgvingarskipanini frá 1951 og fram
Pia Cort frá Aarhus Universitet hevur granskað ymiskar politiskar diskursir í donsku skipanini frá 1951 til 2002, hetta hevur serliga áhugað hjá okkum, tí Føroyar liggja so tætt at donsku skipanini. Eg velji tí at brúka nakað av hennara ástøði í viðgerðini. Eisini hevur Gudmund Bøndergaard frá Roskilde Universitet lýst donsku yrkisútbúgvingar menningina í sama tíðarskeiði fram til 1989. Eg velji tí at gera ein samandrátt, av tí tey siga um hvørt tíðarskeiðið sær her niðanfyri. Samstundis sum eg leggi partar av føroyskum tilráðingum í tíðarskeiðnum inn – til tess at vísa, hvussu tætt Føroyar og Danmark liggja at hvørjum øðrum, og fyri at vísa hvussu stóra ávirkan danska útbúgvingarskipanin hevur á okkum. Tað er tó onki løgi í hesum, tí heilt fram til yvirtøkuna av fyrisitingini av føroyska skúlaverkinum í 1978, er skipanin undir donskum yvirvaldi. Tó verða atlit tikin at føroyskum viðurskiftum og tilráðingum, eisini seta danir føroyskar nevndir við donskum og føroyskum embætisfólki at gera tilráðingar, og tað eru eisini hesar, eg brúki, fyri at vísa hvussu danskur politikkur bleiv føroyskur.
Tey leggja bæði serligan dent á, hvussu danska skipanin er farin frá at vera ein intern donsk skipan, sum partvíst er avritað frá londunum sunnanfyri Danmark, yvir til at vera ein europeisk skipan, sum serliga er ávirkað av Lívlongu Lærings strategiini hjá ES. Bøndergaard (2014) steðgar tó, áðrenn altjóðagerðin í 1990´unum byrjar.
Diskursurin, sum var settur upp í yrkisútbúgvingar politikkinum fyrstu tíðini í 50´unum, var sambært Cort (2009) sera nógv ávirkaður av vísindaligari skynsamari tilgongd í til rættaleggingini av politikkinum, og hesi hugskot vóru før fyri objektivari/uttanveltaðari politiskari allýsing, sum blivu undirliggjandi niðurstøður í ES politikki. (Cort, 2009; 91) Tað var kanska ikki hetta sum fylti mest í Føroyum í 50´unum, men heldur at fáa tey praktisku viðurskiftini rundan um lógarverkið uppá pláss.
Í viðmerkingunum til Løgtingslógar uppskotið um lærlingaviðurskifti, ið er viðgjørd í Løgtingstíðindum (1954; 120 til 123) sæst týðuliga, at tað eru arbeiðsmarknaðar partarnir, ið ynskja at fáa hesa gjøgnum Løgtingið, og at tað er certifiseringin ella sveinaroyndin sum fyllir mest í politiska landslagnum, hetta fyri at fáa ein skilavegg ímillum faklærd og ófaklærd. Har verður m.a. sagt, at Lóg nr. 120 frá 7. Mai 1937 um lærlingaviðurskifti er tinglisin í Føroyum, men hevur hetta ongan týdning fingið, tí tann parturin av henni, sum viðvíkir tvungnari sveinaroynd, hevur ikki kunnað verið útintur, tí tær fyristílandi, metandi og ráðgevandi nevndir, sum lógin fyriskipar viðvíkjandi sveinaroyndum, hava ikki kunnað verið settar á stovn her. Tí sjálvt um verkafjøldin hevur skipað seg fakfeløg, eru tey ikki búgvin til at taka sær av hesum ítøkiligu uppgávum. Ivaleyst hevur fíggjarligi parturin spælt inn, umframt at ongin fyriskipan var at taka sær av hesum. Av tí at tann tvungna sveinaroyndin, ið sáttmálin millum lærling og lærumeistara miðjar ímóti, hevur ikki kunna fingist í lag eftir lógini, og hava hinar fyrisetingarnar, sum lógin ásetur heldur ikki verið fylgdar.
Longu í 1938 vendi Havnar Handverksmeistarafelag sær til “Fællesrepræsentationen for dansk Haandværk og Industri” um meir hóskandi reglur fyri sveinaroyndum í Føroyum, men ongin endalig skipan fekst í lag. Í 1941 vendir sama felag sær til amtmannin um at seta reglur fyri sveinaroynd í Føroyum, og sama ár upplýsti fútin, at eftir galdandi lóg gjørdist hetta ikki, tí onki felags handverksmeistarafelag var i Føroyum, og onki felag innan fyri hvørt arbeiðarastarv. (Løgtingstíðindi, 1954; 121)
Vit eru her í kriterie 2 hjá Deitmer (2015) um býti av strategiskum og operationellum uppgávum. Eins og Strøm (1998) vísir á somu viðurskifti. Hetta forðaði tó ikki Meistarafelagnum fyri sjálvt at skipa fyri sveinaroyndum, og hava hesar hildið fram og hava víðka seg norður til Klaksvíkar og suður til Vágs. Allar hesar royndir hava verið góðtiknar uttanfyri Føroyar. Amtmaðurin heitti samstundis undir krígnum á hesar somu aktørar, um at halda fram við hesum sveinaroyndunum, so hesar kundu fáast uppá pláss í regluverkinum, tá kríggi var liðugt, í samráð við danskar ráðgevarar á økinum.
Sambært viðmerkingum til 1954 lógina – Løgtingstíðindi (1954; 122), hevur málið eisini verið viðgjørt á tingið í 1945, 1946 og í 1947. Tá var framlagt uppskot til “lóg um læruviðurskiftir” sett saman av Vilhelm Nielsen og Johan Ziska, táverandi formanni og næstformanni í Havnar Handverksmeistarafelag, hetta bleiv gjørt í tøttum samarbeiði við táverandi formann í skúlanevnd løgtingsins. Hetta uppskoti var samtykt 16. januar 1948. Nú bleiv hampiligur friður fram til 1954, tá táverandi landsstýrið kemur við uppskoti til løgtingslóg um lærlingaviðurskifti. Men longu her sæst, at tað blíva fleiri enn aktørarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið verða blandaðir inn i málið. Tí í viðmerkingunum verður m.a. sagt, at samráðingarnar um uppskotið hava tikið langa tíð, tí týdningarmikið var, at fáa sveinaroyndirnar góðkendar í hinum Norðanlondunum, men longu í hesum uppskotinum er skúlagongd ein partur av yrkisútbúgvingunum, og soleiðis verður skúlin ein aktørur og samstundis teir myndugleikar, ið vara av skúlanum.
1960´ini vóru sambært Cort (2009) serlig við eini fíggjarligari uppgongd, útbúgvingar uppgongd og vøkstri í vælferð í Europa. Einans Italien hevði trupulleikar við stórum arbeiðsloysi, og royndu tey at skunda undir at fáa ein felags yrkisútbúgvingarpolitik í Europa Samveldinum (ES), har hini limalondini ikki sóu hesar trupulleikar og vóru tí ikki drigin at hesum politikki. Onkursvegna fylgdi diskursurin hjá ES kommisiónin ikki tíðarrákinum í fíggjarligu uppgongdini og tíðarmenningini. (Cort, 2009; 93)
Í danska útbúgvingarkjakinum seinast í 1960´unum var tað ein sannroynd at yrkisútbúgvingarnar vóru ávegis móti einari størri serútbúgving (specialarbejder). Kjarnin í tí traditiónsbundnu læruni hevði verið ein sterkur fakligur samleiki og stoltleiki, men hesin var nú við at hvørva í fleiri yrkjum. Tað var ein stór misnøgd við lærlingaskipanina. Hetta var serliga rætta móti bygnaðinum av útbúgvingarskipanini. Misnøgdin kann stutt samanskrivast í hesi høvuðspunkt:
- Útbúgvingarvali fór fram tá lærlingurin byrjaði útbúgvingina og ikki hevði nakran rímiligan møguleika til at vita, hvat tað var, hann fór í læru til.
- Útbúgvingin gav ikki møguleika til at fara til aðrar ella víðari útbúgvingar. Hetta viðførdi at ung ofta blivu verandi í eini útbúgving, ið hevði smalar fakligar karmar.
- Innihaldi av almennum lærugreinum í útbúgvingini var ógvuliga lítil, hetta viðførdi at ein rættuliga stórur munur bleiv á yrkislærdum, í mun til tey ið valdu eina gymnasiala útbúgving, í mun til møguleikar fyri víðari útbúgving.
- Funnist var at verkligu læruni fyri millum annað tað sannroynd, at fíggjarligu úrslitini hjá fyritøkuni høvdu størri raðfesting enn pedagogiskt atlit. At tað var manglandi gjøgnumskygni og tilrættalegging av útbúgvingini, hetta viðførdi, at tað ikki var samanhangur við skúlagongdina, og eisini at nógvar fyritøkur vegna teknologiska menning, vóru noyddar at spesialisera seg soleiðis, at tær ikki longur vóru førar fyri at geva lærlinginum tað kravdu breiðu útbúgvingina t.d. innan handil. (Bøndergaard, 2014; 46)
Nøkur av kritikkpunktunum av lærlingaskipanini vóru ímóti tí sterku ásannan, at hon var einasti háttur at fáa nýggj fólk inn í fakið. Tað vóru tey, ið tóku undir við, at tað átti at bera til at fáa ein part av verkligu læruni í skúla, men hetta fall ikki í góða jørð hjá ávísum pørtum. Meiningar sum at fólkaupplýsing skuldi vera grundarlagið undir allari spesialisering, og at persónliga menningin skuldi ikki vera ein forðing, tí at útbúgvingarnar vóru ov spesialiseraðar. Fyrrverandi danski forsætismálaráðharrin segði soleiðis: “Sæð frá einum demokratiskum sjónarmiði, er tað vandamikið, at ein stórur bólkur ikki fær nakra almenna útbúgving aftaná fólkaskúlan. Tað er satt, tá tað verður sagt, at miðnámsskúla næmingar skulu hava rætt til at fáa realisera eina fulla miðnámsútbúgving og harvið eisini yrkisútbúgving, men tey flestu steðga við síni útbúgving, tá tey eru 15.” (Bøndergaard, 2014; 49)
Jens Ahm, rektari og Anker Jørgensen, forsætismálaráðharri vóru sambært Bøndergaard (2014) fortalarar fyri skúlavendari yrkisútbúgving og ynsktu longri skúlagongd fyri øll ungfólk. Ikki øll vóru samd við hesum sjónarmiðum. K. Helveg Petersen fyrrverandi undirvísingar málaráðharri var ein av teimum, sum fanst at Jens Ahm fyri at halda fast við, at øll skuldu hava eina útbúgving, so leingi tey vóru inni í útbúgvingarskipanini. Helveg Petersen helt hinvegin, at trupulleikin er sera samansettur. Tí sum hann sigur, at tað er ikki neyðugt, at gera so stóran skilna millum yrkisútbúgving og almenna útbúgving. Tí fyri nógv er almenn útbúgving ikki serliga kveikjandi, ístaðin uppliva hesi eina viðurkenning frá arbeiðsplássinum, og hetta hevur við sær at teirra almenna útvikling mennist. Nógv hava trupult við at viðgera abstraktar tekstir, ið ikki hava hald í veruleikanum. Hesi fáa hinvegin nógv burturúr at viðgera einfaldar praktiskar loysnir, sum kunna viðføra stóra menning hjá tí einstaka.
Endamálið, við at taka hetta kjakið við í viðgerðina, er at skilja hugburðin betur, ið liggur aftanfyri hvussu ein nýggj donsk yrkisútbúgvingarskipan verður ment tey fylgjandi ára tíggjuni. Á tí einu síðuni vóru tað tey, sum ynsktu eina meira skúlakenda yrkisútbúgving, í trá við tað sum Jens Ahm og Anker Jørgensen ynsktu. Á hini síðuni vóru tað tey, sum ynsktu at varðveita verandi útbúgvingarskipan í trá við hugburðin hjá K. Helveg Petersen. Í tíðini sum kom eftir hetta, bleiv sett ein nevnd at viðgera yrkisútbúgvingar spurningin. Hetta broytti innihaldi í spurningunum um lærlingaútbúgvingarnar frá at vera ein integratión av ófaklærdum til faklærd á læruplássi, til at vera ein spurning um integratión av gymnasialum útbúgvingum og lærlinga útbúgvingum, til tær nýggju støðis yrkisútbúgvingarnar og útbúgvingar, sum skuldu koma ístaðin fyri lærlingaskipanina. (Bøndergaard, 2014; 49)
Í 1970 bleiv Lund Christiansen nevndin sett at viðgera sama spurning. Hendan nevndin kom eftir at bygnaðurin við lærlingaskipanini merkti at ung fólk vóru noydd at velja teirra yrkisútbúgving ov tíðliga, og oftani uttan at hava ein veruligan grundvøll fyri valinum. Men tað var ikki nevnt um tað yrkisligu orienteringina, sum framhaldsdeildin hevði í 8. og 9. flokki. Tað var tikið fyri givið, at tann yrkisvenda vegleiðingin nú vildi vera uppfylt í fólkaskúlanum. Sambært Lund Christiansen nevndini vildi hetta veri nátt við bygnaðinum við at hava skiftandi venjingar, sum skuldu byrja við einum støðis árið í høvuðs yrkisútbúgvingunum. Henda støðis útbúgvingin vildi viðføra eina veruliga útbúgvingarvegleiðing, eina støðisútbúgving í høvuðs yrkisøkinum, og eina almenna akademiska útbúgving, sum kundi veri við til at hækkað støði frá fólkaskúla til miðnámsskúla. Grunda á hesi hugskot kom nevndin til eina royndarútbúgving sum byrjaði í 1969. (Bøndergaard, 2014; 53)
Í 1966 var Undervisningsministeriet í Føroyum og hevði samráðingar við Landsstýrið, Ríkisumboðið, stýrini fyri yrkisskúlarnar og stjórarnar fyri teknisku skúlarnar í Tórshavn og Klaksvík. Eitt úrslit av hesum samráðingum var, at Ríkisumboðsmaðurin valdi eitt “planlægningsudvalg” hvørs endamál var at finna eina samskipan av tí teknisku undirvísingini í Føroyum. Nevndin fekk til uppgávu at kanna og koma við uppskoti um, hvussu framtíðar undirvísingin innan tekniska økið skuldi skipast í Føroyum, í hvørjum útbúgvingum undirvísast skuldi í, og hvar undirvísingin skuldi fara fram í Klaksvík, Tórshavn ella heilt aðrastaðni.
Í innganginum til “betænkningen” verður sagt at: “Den betydelige forøgelse af produktionen, som gennem en årrække har fundet sted inden for erhvervslivet, har skabt et voksende behov for uddannelse af kvalificerede medarbejdere inden for håndværk og industri. Dette har – i forbindelse med befolkningens forbedrede levefod og den stærkt øgede bygge- og anlægsvirksomhed – medført en kraftig forøgelse af elevtilgangen til de tekniske skoler.” (Betænkning, 1968; 7)
Til hetta hoyrir eisini viðgerðin av hvussu føroyskir næmingar skulu fáa ástøðiliga og verkliga partin fyri ein part á yrkisskúlanum.
Víðari verður sagt í Betænkning (1968) at økingin í verkstaðarpartinum í donskum yrkisútbúgvingum hevur havt við sær eina størri sentralisering og samanlegging av skúlunum fyri at fáa ein betri rakstur í skipanina. Eisini verður ført fram, at hetta ikki er hent í Føroyum, men at tørvurin á hesum er stórur. Sjálvt um undirvísingin á teimum smáu plássinum er niðurløgd og liggur nú í Tórshavn og Klaksvík. Tí hevur Undirvisningsministeriet áhugað í at fáa eina útgreining av hesum, eisini tí at mett verður at føroyska yrkisútbúgvingin ikki er á hædd við tað danska og norðurlendska støðið.
Í tilmælinum verður sagt av eini samdari nevnd, at verandi støða við undirvísing í Klaksvík og Tórshavn ikki kann halda fram óbroytt, og at nevndin leggur serligan dent á, at lærlinga undirvísingin kemur á hædd við tað undirvísing lærlingarnir fáa í Danmark og í hinum norðurlendsku londunum. Tað verður lagdur dentur á, at har sum verkstaðarundirvísing ikki kann fara fram í Klaksvík ella Tórshavn, har mugu lærlingarnir niður á danskan yrkisskúla. Tað er her vert at hava í huga, hvussu nevndin er samansett, og at tað ikki bert eru embætisfólk, ið siga hetta. Men umboð fyri Havnar Handverksmeistarafelag, Meistarafelagið í Klaksvík, Føroya Handverksmeistarafelag, Havnar Handverkarafelag og Klaksvíkar Handverkarafelag.
Hetta merkir, at kjakið eg havi verið inni á frammanfyri, sum var í Danmark ikki rættiliga hevur fingið fastatøkur í Føroyum enn, tó sæst hettar aftur í næsta tíðarskeiði. Undervisiningsministeriet viðgerð heldur hvussu ein møgulig rationalisering kann fara fram á teknisku skúlunum í Føroyum. Tó verður komi nakað inná generella kjakið í Danmark viðvíkjandi økingini av teimum ungdómum, ið ynskja eina yrkisútbúgving, og at vinnu bygnaðurin broytist. Her eiga Føroyar at hava í huga, at danir bera útreiðslurnar av føroysku yrkisskúlunum. Og bleiv tann útreiðslan detailstýrd úr Danmark heilt fram til blokkurin kom í 1988.
Tíðarskeiðið 1973 – 1985
Niðurstøðan av yrkisútbúgvingar politikkinum í 1970´unum og inn í 1980´ini var sambært Cort (2009), ein javnvigan millum at hava virðing fyri nationalum skipanum og siðum, og samstarv á europeiskum stigið fyri at náa sett mál í Rom avtaluni. Hóast hetta, var tað júst í hesi tíðini, at ein felags diskursur trein ígjøgnum, sum ein avleiðing av serliga fíggjarligum kreppum. Í næsta tíðarskeiðnum var diskursurin útvíðkaður og styrktur, við tí veruleika at yrkisútbúgvingarnar vóru avtalu grundaðar. (Cort, 2009; 93)
Í 1973 kom Højby nevndin við einum uppskoti, um at fáa Fólkatingið at taka avgerð um eina 12 ára fólkaskúlaútbúgving við innbygdari støðisútbúgving við verkligari læru fyri øll, hetta skuldi setast í verk í 1980. Høvuðstankin aftanfyri hugskotið var, at øll skuldu hava eina miðnámsútbúgving, eitt hægri fyrireikandi skeið til hægri lestur og eina yrkisútbúgving ella yrkisliga støðisútbúgving. Hetta vildi eisini viðføra eitt størri samspæl millum allar miðnámsútbúgvingarnar og tí eisini eitt breiðari tilboð til tann einstaka. Munurin millum ymisku sløgini av útbúgvingum vildi harvið verið burtur, og verið skiftur út við eina heilt nýggja útbúgvingarskipan. Eisini heilsuútbúgvingarnar vildu eftir hetta verði ein partur av heildini. Hildið varð, at henda sameinda skipanin vildi viðføra eitt nógv hægri støði i almennu útbúgvingunum við sterkari felags lærugreinum. Højby uppskotið vísti, at danski javnaðarflokkurin, eins og hini Skandinavisku londini roynda at gera ein bygnað við 12 ára útbúgvingum, sum samansjóðaði øll tey ymisku økini av útbúgvingunum, og samstundis gjørdu tað møguligt at flætta saman fólkaskúla og miðnám undir somu skipan. (Bøndergaard, 2014; 54)
Højby uppskoti varð ongantíð gjørt til eitt lógaruppskot, tí at andstøðan var harðliga í móti hesum, serliga Vinstri og Konserativi flokkurin vóru í móti. Aftaná valið í 1973, tá høgra flokkarnir høvdu stóra framgongd, var dreymurin hjá danska Javnaðarflokkinum jarðaður, um at geva øllum ungum 12 ára skúlagongd og harvið samanflættaðu fólkaskúlan og miðnám. Hettar líkist eisini svensku útbúgvingarskipanini. Høgraflokkarnir hildu hetta vera spill av almennum pengum. Tó vann Javnaðarflokkurin aftur vali í 1975 og spurningurin um 10. til 12. flokk var aftur reistur. (Bøndergaard, 2014; 54)
Í 1974 kom Landsstýrið við einum tilmæli, sum kallaðist “Betænkning om erhvervsuddannelsen på Færøerne, afgivet af det af Færøernes landsstyre den 8. okt.1971 nedsatte udvalg” – hereftir nevndur “Betænkning 1974”. Hetta tilmælið tekur í innganginum nakað aftur í aftur tilmælið frá 1968, men kemur eisini rættiliga skjótt fram til m.a. at: “Kort efter afslutningen af den gule betænkning blev der i Danmark påbegyndt førsøgsuddannelser, de såkaldte erhvervsfaglige grunduddannelser (EFG). Disse synes umiddelbart at harmonere med det færøeske samfunds størrelse og struktur, der kan vanskeliggøre frembringelsen af et tilstrækkeligt antal læresteder, hvis den traditionelle lærlingeuddannelse fortsættes.” (Betænkning, 1974; 8)Tað var millum annað við grundarlagi í hesum, at landsstýrið setti hesa nevnd. Hon vísir m.a. í innganginum til “10. Klasse betænkningen fra 1970” sum m.a. sigur at: “ ….. Men udvalget er blevet opmærksom på, at udviklingen nu snart har ført os frem dertil, at en stor del af erhvervsuddannelsens første del er alment uddannede. Dette er nu blevet nødvendigt og vil blive det endnu mere i fremtiden, idet en erhvervsarbejder, nu da det legemlige arbejde mere og mere afløses af maskinarbejde, har brug for megen almen teoretisk lærdom.” (Betænkning, 1974; 14) Hetta hevur við sær at nevndin kemur til tað samdu niðurstøðu, at lærlingaútbúgvingin eigur at vera tilrættarløgd sambært yrkisligu støðisútbúgvingunum. Tó heldur nevndin, at atlit eigur at takast at yrkisbygnaðinum í Føroyum, lærlingatilgongdini og tí lokalu tilgongdini av lærlingum, og at tað ikki er skynsamt bert at avrita donsku EFG skipanina, men at tillaga hana til føroysk viðurskifti. Víðari verður sagt í tilmælinum at: “Mestér og håndværkerorganisationerne er blevet orienteret om planerne om eventuel indførelse af EFG og har tilsluttet sig disse” (Betænkning, 1974; 15), harumframt er nevndin samd um at ein miðspjaðing av fyrsta skúlaskeiðinum í yrkisútbúgvingini eigur at vera gjøgnumførd og løgd í 10. flokk.
Nevndin leggur afturat, at við at gera hetta, vildi skúlaskipanin fingið hetta nyttuvirðið burtur úr.
- Tey flestu ungu fáa eitt veruligt útbúgvingartilboð aftaná 9. Flokk, samstundis sum tað veruliga yrkisvalið verður útsett.
- Tikið verður til eftirtektar tað sum politiska skipanin og vinnan ynskir, at tey ungu rímiliga tíðliga fáa samband við arbeiðsmarknaðin, tí vinnan verður tikin við í undirvísingina.
- Tað verður betri samband millum vinnulív og skúla, og er hetta sera týdningarmikið fyri føroyska samfelagið. (Betænkning, 1974; 15)
Eisini verður ført fram at hendan skipan viðførur at meistaralæran verður avtikin í fyrsta skúlaárinum í yrkisútbúgvingini, 60% af skúlaárinum vil vera yrkislærugreinir ímeðan restin vil vera alment dannandi fak. Eisini verður lagt upp til at hetta verður stigbýtt.
Tilmælið frá nevndini líkist rættiliga nógv tí, sum Cort (2009) og Gammelgaard (2014) eru inni á omanfyri. Tað merkir, at tað rák, ið var í Danmark og Europa annars, eisini var í Føroyum. Um hugt verður at, hvør gjørdi álitið frá 1974, sæst at í arbeiðsbólkinum sótu skrivstovustjórin í Landsstýrinum, landsstýrismaðurin sjálvur, landsskúlakonsulenturin, skúlastjórin fyri tekniska skúla í Klaksvík, stjórin fyri direktoratið for erhvervsuddannelser hjá Undervisningsministeriet og Ríkisumboðsmaðurin, skrivararnir hjá nevndini komu frá ríkisumboðnum og direktoratinum hjá Undervisningsministeriet. Hetta merkir at vinnan var ikki umboða í nevndini. Tó hevur nevndin havt fundir við formannin fyri “Færøernes Industriforening”, stjóran á Fiskasøluni, bilinspektør Atli Jensen og forstandarin á Maskinskúlanum. Tað letur ikki til, at handverksvinnan hevur verið spurd.
Í 1976 leggur Finnbogi Isaksen, landsstýrismaður sambært Løgtingstíðindi (1976 Bind A s. 54 – 57) fram uppskot til samtyktar um skúlaskap í Føroyum. Har verður sagt í innganginum at landsstýrið heldur fram við arbeiðinum at gera uppskot til nýggjar lóggávur fyri skúlaskap í Føroyum, m.a. út frá teimum sjónarmiðum, sum er førd fram í álitinum sum eru nevnd omanfyri. Seinni í viðmerkingunum verður sagt beinleiðis at: “Landsstýrið eigur eisini at halda fram við at skunda undir arbeiðið til nýskipan av undirvísing og útbúgving hjá okkara ungdómi m.a. eftir teimum tankum, sum eru settir fram í <<Betænkning om erhvervsuddannelsen på Færøerne>> og í samráð við sakkønar á hesum øki.” (Løgtingstíðindi 1976 Bind A: 56). Hetta merkir, at landsstýrið ítøkiliga arbeiddi við tí, sum kom fram í tilmælinum, men eftirfylgjandi má ein bert ásanna, at á handverksøkinum hendu ongar broytingar viðvíkjandi meistaralæruni. Tó bleiv á merkantila økinum á handisskúlunum sett í verk ein EFG skipan fyri merkantila økið á handilsskúlunum.
Ein onnur áhugaverd eygleiðing frá júst hesi tíðini, er eitt brot, sum stendur í skúlasøguni hjá Tekniska skúla í Tórshavn. Har verður sagt undir yvirskriftini “Eitt neyðarróp! Á landsfundi hjá Teknisk Skoleforening í Århus 15. sept. 1978, har høgir danskir embætismenn vóru hjástaddir, tók Leif Mohr, táverandi formaður í stýrinum fyri tekniska skúlanum í Havn, orðið og tók m.a. soleiðis til sambært tíðarritinum <<Teknisk Skole>> nr. 10 fyri okt. 1978 : Et nødråb fra Nordatlanten. ……..rettede under landssmødet en indtrængende appel til landets øvrige tekniske skoler og til repræsentanterne fra undervisiningsministeriet om at være behjælpelige med at bringe de tekniske skoler på Færøerne up-to-date. Vi ligger mindst 20 år efter det øvrige Danmark, sagde Leif Mohr.” (Thomsen, 1984; 105)
Tað kom nýggj løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting. Hendan løgtingslóg fekk stóra ávirkan á kjakið á yrkisútbúgvingarøkinum, meira um hetta undir føroyska yrkisskúlasøgan í partinum 4.4.
Í 1978 kom eisini eitt nýtt tilmælið frá Føroya Landsstýrið sum kallaðist “ Betænkning om en folkeskolelov afgivet af den af Færøernes landsstyre den 25. Januar 1973 nedsatte arbejdsgruppe”, hereftir nevndur “Betænkning 1978” Tað merkir, at henda nevnd hevur kent til tilmælini, sum komu á yrkisútbúgvingarøkinum í 1968 og 1974. Tað er tó ein ábending, at Landsstýrið hevur eitt ynskið um desentralisering, tí at landsstýrið hevur viðgjørt hetta á fundi 12. September 1977, og loyvir landsstýrið at seta hesi nevndini leiðbeiningar í teirra arbeiði, har m.a. verður sagt at: “Í Føroyum er í løtuni 7 ára undirvísingarskyldu, hóast Danmark nú hevur 9 ára. Fyri at sleppa undan at tvingsilsflyta børn eftir 7. árgang til størri skúlar verður mælt til, at Føroyar eisini í framtíðini hava 7 ára undirvísingarskyldu, og at tað skal standa næmingum frítt at velja, antin teir vilja halda uppat ella fara á aðrar skúlar at læra víðari.” (Betænkning 1978; 2)
Hetta gevur okkum eina ábending um, at føroyingar politiskt ikki ynsktu tað sama, sum rørdi seg í Danmark. Tað vísir seg, at bygdamenningarpolitikkurin fyllir nógv í avgerðum hjá politikarum, og annars koma onnur atlit í aðru røð. Hóast teir samstundis siga, at útbúgving av ungdóminum eru umráðandi. Og leggur nevndin stóran dent á, at hóast áheitanina frá politiska landslagnum um tað øvugta, argumentera tey fyri at 95% av øllum næmingum fara víðari í skúlaskipanini eftir 7. flokk. Tí er tað óneyðugt at hugsa á slíkan hátt, sigur nevndin, og leggur eisini upp til at geva næmingum, ið búgva á útoyggj fíggjarligt ískoyti, fyri at tað skal vera møguligt at fara víðari í skúlaskipanini.
Stríðið í Danmark ímillum EFG[1] og lærlingaskipanina
Tað vóru sera ymiskar meiningar um hugskotið við støðisútbúgvingini (EFG) innan yrkisøki. Serliga vóru meistararnir í traditiónsbundnu yrkinum bangnir fyri, at støði á útbúgvingunum vildi blíva verri, um tær vóru samansjóðaðar við sokallaðar annað rangs útbúgvingar, og um verkstaðarlæran (skúlapraktikk) bleiv skipað við grundstøði í miðnámsútbúgvingarskipanina. Fakfeløgini- vóru somuleiðis ímóti hesi útbúgvingarskipan við somu grundgeving.
Fleiri av meistarunum hildu, at lærlingaskipanin var eitt offur í politiska spælinum, og teir føldu at teirra sjónarmið ikki vóru vird. Kjakið útviklaði seg til eitt stríð ímillum viðhaldsfólk og mótstøðufólk hjá lærlingaskipanini og EFG skipanini. Á tí einu síðuni, vóru tað tey, ið vildu samansjóða lærlingaskipanina og EFG skipanina inn í somu skúlaskipan. Ímillum hesi vóru eisini nógv frá ófaklærdum fakfeløgunum, umframt at lærlingar frá lærlingafeløgunum, eisini bardust fyri at avtaka lærlingaskipanina. (Bøndergaard, 2014; 57)
Á hinari síðuni vóru tað nógvir meistarar og faklærdir, sum stuðlaðu lærlingaskipanini og vóru ímóti eini yrkisligari støðisútbúgving. Tey faklærdu løgdu sera stóran dent á professionella støði í útbúgvingini og nógvir av teimum hildu tað vera órímiligt, at tey siðbundnu yrkini skuldu vera tvingaði at broyta teirra útbúgving, tí at tær stóru útbúgvingarnar høvdu brúk fyri meira fólki. Nógvar fyritøkur vóru heldur ikki áhugaðar í, at blíva lærupláss ella vóru so spesialiseraðar, at tær ikki vóru egnaðar sum lærupláss til lærlingar. Ósemjan stóð altso ímillum, at tey ófaklærdu kundu fáa ein lættari hátt at blíva faklærd og fáa tey góðu størvini, samstundis sum tey faklærdu hildu tað vera eina hóttan í móti fakliga støðinum. (Bøndergaard, 2014; 58)
Teir stóru ungdóms árgangirnir (17 og 19 ára gomul), sum var onnur generatión frá øðrum veraldarbardaga, byrjaði at koma á arbeiðsmarknaðin í byrjanini av 1980´unum. Hesi sveiggj góvu trupulleikar í tilrættaleggingini av yrkisútbúgvingarskipanini, og í sama tíðarskeiði broyttist útbúgvingarmynstri sera nógv. Stóra økingin í yrkisútbúgvingunum í 1950 og 1960´unum broyttist til, at tey ungu í 1970´unum og tíðliga í 1980´unum heldur valdu at fara bókliga vegin í útbúgvingarskipanini. Seinni í 1980´unum øktist tali av yrkislærdum aftur, men nú var tað meira vanligt, at hava bókliga útbúgving, áðrenn tey ungu fóru í læru. Hetta merkti at yrkisútbúgving sum ein ungdómsútbúgving fekk nýggjar avbjóðingar. (Bøndergaard, 2014; 61)
Orsøkin, til at eg leggi so stóran dent á at lýsa júst hetta stríðið, er at føroyingar uppliva júst tað sama, bert 15 til 20 ár seinni.
Tíðarskeiðið 1985 – 1992
Í hesum tíðarskeiði vóru tað sambært Bøndergaard (2014) tvær høvuðs áskoðanir av skráum, ið máttu takast atlit at:
- ásetingum av mannagongdum fyri skráum, har europa politikkurin var praktiskt gjøgnumførdur í nationalum yrkisútbúgvingum og yrkisskúlum
- ásetingum av tí sama fyri víðari og hægri útbúgvingum sambært Artikkul 128. (Bøndergaard, 2014; 61)
Tað var ikki longur ein spurningur um Europakommisiónin skuldi gera mannagongdir hesum viðvíkjandi. Nýggir vegir fyri at tryggja ein felags politikk var íverksettur, eins og nýggjar mannagongdir fyri eftirmeting og árligum frágreiðingum. Politikkir, sum vóru ásettir á kommissións stigi, vóru gjøgnumførdir, og skráir vóru íverksettar og vóru eftirmettar, fyri at tryggja at partsloysi var í lagi, og um ikki, at avgera hvat skuldi veri gjørt við tað. Eitt annað amboð var árliga frágreiðingin til Kommissiónina: “Memorandum on the Rationalisation and Coordination of Vocational Training Programmes at Community Level”. At hesi amboð vera nýtt, merkir sambært Cort (2009) – eitt skifti móti “New public management” leiðslu av útbúgvingarskipanini.
Aftaná atfinningar ímóti yrkisútbúgvingar skúlaskipanini í nógv ár og av spenningum millum lærlingaskipanina og EFG skipanina, setti útbúgvingarráðharrin Bertel Haarder í 1986 eina nevnd sokallaða Nordskov nevndin, at hyggja at støðisyrkisútbúgvingarskipanini. (Bøndergaard, 2014; 62)
Úrslitið frá hesi nevndini er viðgjørt í kapitlunum, sum eitur “Viðmerkingarnar til danska 1989 uppskotið”, og víðari hvussu føroyska 1998 lógin sær út, í mun til hvussu hon er snikkað til eftir danska uppskotinum.
Í Føroyum stendst stríðið serliga um fíggingina av yrkisskúlunum, og hvør hevur ábyrgdina, Landsskúlafyrisitingin ella sjálvsognarstovnarnir, sum samskifta við sítt danska bakland. Meira um hetta í 4.4 Yrkisskúlasøgan.
Tó kom í 1985 ein frágreiðing frá nevndini, ið sett var at kanna útbúgving teirra 16 –19 ára gomlu kallað “Miðnámsútbúgvingar”. Her verður m.a. víst á undir heitinum “Meting av verandi skipan” at nevndin metir, at neyðugt verður at gera enn størri broytingar júst í teimum tøkniligu útbúgvingunum, eins og gjørt hevur verið á handilsskúlanum. Víst verður á, at tað er sjálvandi neyðugt við verkligum kunnleika, men í komandi tíðum verður helst neyðugt við væl meira hóskandi ástøðiligum kunnleika. Broytingarnar eiga m.a. at føra við sær, at farið veður burtur frá tí gomlu meistaralæruni og til eina nýggja og betur tíðarhóskandi útbúgving.
Víst verður síðani á teir “betænkninger”, eg havi verið inni á áður viðvíkjandi yrkisútbúgvingum frá 1968 og 1974. Har m.a. verður víst á, at 11. Mai 1970 skrivar landsstýrið til ríkisumboðið at: “Landsstyret kan anbefale, at man straks går over til en mere avanceret uddannelsesform for lærlinge, såsnart den påtænkte udbygning af de tekniske skoler er fuldført”. (Miðnámsútbúgvingar, 1985; 50)
Nevndin, ið viðgjørdi miðnámsútbúgvingar, leggur dent á at viðmerkja, at so nógv er hent viðvíkjandi tøkni o.ø. hesi seinastu 10 árini, at tað má metast at vera óheppið, at halda fram við hesum týdningarmikla partinum av útbúgvingarkervi okkara í nøkulunda somu sporum, sum fyri 50 árum síðani. Nevndin mælir tí til at skipa yrkisútbúgvingarnar við einum støðisári, og so kunnu írestandi skúlaskeiðini takast við lærusáttmála við skiftisútbúgving, júst sum yrkisútbúgvingarnar vanliga eru skipaðar. (Miðnámsútbúgvingar, 1985; 71,75)
Tíðarskeiðið 1992 – 2002
Diskursurin í 1990´unum var á mangan hátt ein diskursur við nógvum innanhýsis mótsøgnum og spenningum, t.d. millum átakið við Lívlangari Læring og tess miðsavnan á ikki formella og óformella læru, og arbeiði fyri at leggja dent á verandi skipan, og fáa tað formellu útbúgvingarskipanina at geva góðskriving fyri ikki formella og óformella læru. (Cort, 2009; 100) Ein háttur at fáa hesi báðar fatanir at virka, var við eini yvirgangstíð. Har tær traditións bundnu nationalu útbúgvingarskipanirnar stigvíst vera innlimaðar í europeiska frymilin fyri Lívslangari Læring, har læring fer fram alla staðir og alla tíðina. Men har hugtøkini og skilnaðurin millum tað gomlu og nýggju skipanina er stórur, og gamla skipanin ikki kann svølgja ella beinleiðis vil mótarbeiða nýggjum hugskotum. Cort (2009) setur spurningin, um tað er útbúgving ella arbeiði, sum er blivið avgerandi í diskursinum í Lívlangu læruni hjá ES. Onkursvegna tykist tað at vera tað síðst nevnda. Lívlong Læring hevur høga raðfesting, og skal tann einstaki vera klárur til arbeiðsmarknaðin alt lívið.
Áðrenn eg komi til Lívlanga Læring, sum eisini var viðgjørd í Føroyum, skal eg nevna. At tað sæst, at úrslitið av samráðingunum við vinnuna ígjøgnum ´90uni hevur viðført at løgtingslógin um tøkniligar yrkisútbúgvingar frá 1993, Uppskot til løgtingslóg nr. 180 frá 1992 um tøkniligar yrkisútbúgvingar (Løgtingstíðindi, 1992; 908 til 920) eisini verður sett úr gildi. Eg havi ikki áður nevnt hesa løgtingslóg, men uppskotið fekk tó ongantíð virknað, tí tað kom eitt broytingaruppskot til hesa løgtingslóg samstundis, sum viðgerðin fór fram. Løgtingslógin innihelt, at eitt vinnuskúlaráð skuldi vera sett. Men segði onki um hvønn førleika hetta ráð hevði, og hvussu tað var mannað. Í § 21 var ásett soljóðandi: “Landsstýrið setir eitt vinnuskúlaráð, ið skal verða landsstýrinum ráðgevandi og tilmælandi i spurningum viðvíkjandi øllum vinnuskúlunum”. (Løgtingstíðindi, 1992; 920) Minnilutin í Løgtingsins mentanar- og skúlanevnd førdi fram, at meistarafelagið ikki kundi taka undir við, at lógaruppskotið, sum meirilutin mælir til at samtykkja, verður sett í gildi. Tí er vandi fyri, at lýsingin ella greinin í 14 September frá 20. Apríl 1993 frá Føroya Handverksmeistarafelag stendur við, um at handverksmeistarar ikki taka lærlingar, eftir at lógaruppskotið er samtykt. Minnilutin hevði tí eitt broytingar uppskot um, at lógin ikki fekk gildið, fyrr enn lógin um ráðskipan er endaliga samtykt í tinginum. Ein annar minniluti metti, at mál sum hetta kravdi gott samstarv millum vinnufeløgini, landsstýrið og Landsskúlafyrisitingina. Vinnan hevur ført fram, at teir ikki føla seg tryggar við hesum uppskoti og viðgerðina av tí. Vinnan hevur skotið upp at danska lógin nr. 211 “Om erhvervsuddannelse” við ávísum tillagingum verður sett í gildið fyri Føroyar. Eg dugi ikki at síggja hvussu atkvøðugreiðslan var í hesum málið, men lógin er ivaleyst samtykt, tí hon verður sett úr gildi aftur í 1998. Men sum sagt lógin fekk ongantíð sín virkna.
Í 1999 kom eitt álit til landsstýrismannin í undirvísingar- og granskingarmálum og til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum í sambandi við ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki í framtíðini og í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina. Hereftir nevnt “UG 1999”
Har verður millum annað sagt at um hugt verður eftir yrkisútbúgvingunum, kann tað hava sín fyrimun at hava eina skipan, sum er eins og tann í t.d. Danmark. Tað eru nógv fak innan yrkisútbúgving, serliga á tí tekniska økinum. Í Danmark eru uml. 80 ymisk yrki, meðan tað í Føroyum eru fólk, sum eru avlærd innan 53 ymisk yrki seinastu 20 árini. Serliga tey seinnu árini eru fleiri yrki komin afturat, sum lært verður upp í – í Føroyum. (UG, 1999; 38)
Í smáum samfeløgum verður hildið, at skilagott er við upplæring innan ymisk fakøki, sum vit kenna tað í dag, av tí at tað er við til at tryggja, at upplæring fer fram innan tey øki, sum eru í samfelagnum, samstundis sum tilgongdin í stóran mun tekur støði í tørvinum í yrkinum. Hetta er eisini við til at gera vinnuna liðiligari, samstundis sum henni verður tryggjaður ein rímiligur førleiki. Hetta forðar tó ikki fyri, at hugt verður at okkara vinnubygnaði, eisini hvussu smá samfeløg hava loyst teirra viðurskifti á hesum øki. Hetta kundi kanska gjørt, at vit fingu onkur yrki, sum høvdu breiðari yrkissamanseting, ið kanska hóskaði betur til okkara samfelag. (UG, 1999; 39)
Samstarv við yrkisskúlar í øðrum londum er av sera stórum týdningi, tá ið tað snýr seg um smá fak við fáum lærlingum. Neyðugt er tí at gera greiðar samstarvsavtalur við onnur lond um lærutíð, samlaða skúlatíð, gjald fyri skúlagongd o.a. í teimum smáu fakunum. (UG, 1999; 73)
Ein spurningur, sum íðuliga verður viðgjørdur í londunum rundan um okkum, er Lívlong Læra og eftirútbúgving. T.v.s. at í Føroyum eins og í hinum londunum rundan um okkum, hevur hesin spurningur verið viðgjørdur, sum skulu gera fólk før fyri at møta krøvunum frá broyttari tøkni og skiftandi arbeiðsumstøðum. Kreppan í nítiárunum sýndi, at tá arbeiðsplássini fækkaðu, vóru tað fyrst tey, sum onga útbúgving høvdu, sum gjørdust arbeiðsleys. Samstundis vórðu mestsum øll lærupláss avtikin og talið á ungdómi, sum leitaði sær í miðnámsskúlarnar, øktist nógv. (UG, 1999; 43)
Víðari verður sagt at tøkniliga menningin hevur tey seinastu árini havt við sær, at førleikakrøvini støðugt broytast. Tann vitan, sum ein kundi dúva uppá í gjár, er ikki líka nýtilig í morgin. Skal ein løntakari varðveita sín vinnuførleika á arbeiðsmarknaðinum, er tað eitt krav, at viðkomandi støðugt dagførir sína vitan. Í altjóða høpi hevur tey seinastu 10 árini verið tosað nógv um hugtakið “Lívlong Læra”. Við hesum verður meint, at ein og hvør borgari, sama hvørja útbúgving hann hevur, gjøgnum alt lívið má (eftir)útbúgva seg. Ein lokin útbúgving verður sostatt bert eitt atgongumerki til eitt arbeiði á arbeiðsmarknaðinum, men fyri at útinna eitt ávíst arbeiði noyðist viðkomandi at ogna sær størri serkunnleika á sínum arbeiðsøki. (UG, 1999; 77)
Lissabon avtalan og Keypmannahavnar tilgongdin eru átøk, ið eru hæddarpunktini í hesum seinasta tíðarskeiðnum, sum Cort viðgerð. Í strembanini eftir at gera yrkisútbúgvingarnar sum ein part av Lívlangari Lærings politikkinum á europeiskum stigi. Lissabon avtalan setur felags europeisk mál fyri formligar útbúgvingar og yrkis útbúgvingar, og gera mannagongdir fyri samanlíkning á frívilligum grundarlagi í einari “bottom – up” støðu. Men er hon samskipað og opin, endamálið er at koma fram til felags europeisk krøv, mannagongdir og amboð. (Cort, 2007; 101)
Tíðarskeiði frá 2002 og fram
Cort (2009) og Bøndergaard (2014) enda sína viðgerð í 2002, men lívið heldur fram í Føroyum eftir hetta og í 2005 spældi Landsstýri út við at: “Visjónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í. Vit ynskja, at Føroyar skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar sosialar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt lív. Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum og framsóknum ætlanum.” (Visjón 2015 Mál og Vegir, 2007; 7). Hetta viðførdi eisini, at yrkisútbúgvingarmál vóru viðgjørd, og var ein politikkur stungin út í korti hesum viðvíkjandi. Lat meg tó siga beinanvegin, at hesin var ógvuliga almennur. Vinnuhúsið arbeiddi um sama mundi við einum strategipappíri, ið teir kallaðu “Útbúgving og gransking, Partur 1 – Útbúgving, Ein frágreiðing í samband við Visjón 2015, Strategibólkurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag”. Vinnuhúsið hevði sjálvandi umboð í arbeiðsbólkunum, sum settir vóru til at arbeiða við Visjón 2015, og komu tey tí við sínum egna útspælið, sum m.a. eisini viðgjørdi Lívlanga Læring, yrkisútbúgvingarøkið bleiv bert nevnt í almennum vendingum. Orsøkin til at eg dragi Lívlanga Læru inn í kjakið her, er at hon er rættiliga nær tengd at yrkisútbúgvingartankagongdini. Tí tað er rættiliga náttúrligt, at tey ófaklærdu gerast faklærd og í flestu førum yrkislærd.
Viðvíkjandi Lívslangari læru siga tey í Vinnuhúsinum m.a. at: “Fyri at møta einum vónandi komandi eftirspurningi eftir vitanarstarvsfólki er neyðugt at styrkja orkuna til at økja førleikan. Landsstýrið eigur tí at tryggja, at útbúgvingarskipanin kann tillaga seg økta eftirspurningin. Ein ætlan fyri lívslanga læru er sera átrokandi. Fyri at menna verandi arbeiðsmegi er neyðugt at menna nýggjar vinnuligar útbúgvingar. Í USA er næstan helvtin av teimum lesandi tilkomin fólk, tí skipanin er liðilig. T.d. er møguligt at lesa part-time, sum fjarlestur ella í vikuskiftum. Í Danmark eru undir 3% av teimum lesandi yvir 35 ár, meðan í Bretlandi er talið omanfyri 8%, og í Australia er talið 12%.” (Útbúgving og gransking, Partur 1, 2007; 24-25) Tað er her ongin ivi, um at vit í Føroyum fylgja væl við hvat hendir úti í heimi og vilja vera kappingarfør.
Í Visjón 2015 Mál og Vegir verður sagt soleiðis: “Yrkisútbúgvingarnar verða samskipaðar, og nýggjar yrkisútbúgvingar verða settar á stovn eftir tørvinum hjá vinnuni. Yrkisútbúgvingar-ráðið, t.e. vinnan, yrkisskúlarnir og meginfyrisitingin gera í felag uppskot um, hvussu yrkis-útbúgvingarnar skulu samskipast, og hvussu nýggjar yrkisútbúgvingar verða settar á stovn. Yrkisútbúgvingarnar skulu vera lokkandi, dygdin skal vera av tí besta, og atlit skal takast at sterkum og veikum næmingum. Javnvág skal vera í yrkisútbúgvingunum í mun til nútíðar og framtíðar arbeiðsmarknaðin, og yrkisútbúgvingarnar skulu fylgja við tøkniligu menningini á arbeiðsmarknaðinum.” (Visjón 2015 Mál og Vegir, 2007; 43) Hetta merkir at Visjón 2015 ikki hevur serliga ítøkiligar visjónir fyri yrkisútbúgvingarøkið men leggur tað yvir til vinnuna at taka støðu til.
Viðvíkjandi tí mennandi arbeiðsmarknaðinum var yvirskipaða málið Lívslong Læra. Øll, sum á einhvønn hátt vóru knýtt at arbeiðsmarknaðinum, skuldu verða partur av eini førleikamenningarskipan, ið skal økja um teirra førleikar og fakliga flytføri. Arbeiðstøka arbeiðsmegin, herundir eisini leiðslan, skal støðugt førleikamennast, m.a. við skeiðum og styttri útbúgvingum. Mælt var til at serligur dentur skuldi leggjast á at førleikamenna ófaklærda arbeiðsmegi. (Visjón 2015 Mál og Vegir, 2007; 202)
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum vóru samdir um, at tað er umráðandi, at arbeiðsmegin hevur fakligan førleika og dagførda vitan. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu leggja størri dent á at betra um útbúgvingarliga undirstøðukervið og at førleikamenna ófaklærdu arbeiðsmegina. Ófaklærd skulu fáa ókeypis tilboð um førleikamenning í verandi almenna undirstøðukervinum. Førleikamenning skal vera umskúling, har fólk kunnu fara á verandi skúlar at nema sær útbúgving. Í útbúgvingini skal vera møguligt at fáa útgoldið arbeiðsloysistryggingina, sum viðkomandi borgari hevur rætt til. Tey ófaklærdu fáa við hesum høvi til at fara á miðnámsskúla, í læru ella undir hægri lestur í Føroyum ella uttanlands. Eisini skal møguleiki vera at bjóða ófaklærdum fjarlestur, har tað almenna rindar skúlagjaldið. Tað verða altíð nøkur, ið ikki eru før fyri at fara undir skúlaða útbúgving. Hesi eiga tó at kunna menna seg í teimum yrkjum, tey kenna og hava evni til. (Visjón 2015 Mál og Vegir, 2007; 203)
Í 2010 kemur eitt álit um endurskoðan av yrkisútbúgvingarskipanini í Føroyum, og eisini í hesum áliti verður víst á týdningin av Lívlangari Læru, við serligum atliti at førleikameting og førleikamenning. (Álit um endurskoðan av yrkisútbúgvingarskipanini, 2010; 22-27) Úrslitið av hesum er at tað í 2013 kemur eitt tilmælið um tað sama, og í 2014 samtykkir Løgtingið “Løgtingslóg nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting”.
Partvís niðurstøða
Eg havi í hesum parti viðgjørt hvussu yrkisútbúgvingar politikkurin háttaði sær úti í Europa og Danmark, og hvussu vit í Føroyum hava fylgt við. Hetta sæst týðuliga aftur í teimum “betænkningum”, ið fyriliggja frá ávísu tíðarskeiðinum. Tað er eisini týðuligt, at somu politikkir hava verið til viðgerðar í Føroyum. Um eg hyggi at tí rættargenetiska partinum yvir tíðarskeiðið 1954 og fram, sum vísir á, at tað eru rættiliga nógvir faktorar, ið hava ført til, at føroyingar hava eina rættarskipan frá 1954, sum vil føra til at nýggjar rættarreglur verða gjørdar og gamlar vera varðveittar. Hesir faktorar í samfelagnum av politiskum, sosialum, fíggjarligum ella ideologiskum slag hava verið við til at varðveita og endurnýggja galdandi reglar ella aðalreglur. Tað hevur alla somlu tíðina verði røringur í hesum tíðarskeiðnum við nýggjum tonkum og møguligum møguleikum, sum tó í flestu førum ikki hava vunnið frama, tað er onki ítøkiligt hent í sjálvum lógarsmíðnum fyrr enn 40 ár seinni í 1990´unum. Hví tað ikki eydnaðist donskum myndugleikum at ávirkað føroysku yrkisútbúgvingarskipanina, og hví tað ikki aftaná yvirtøkuna av skúlaverkinum eydnaðist føroyskum myndugleikum sjálvum at broyta hana, vóni eg er komi til sjóndar í viðgerðini. Spurningurin er tó rættiliga kompleksur og samansettur.
Um eg haldi hetta saman við Winter´sa 5 faktorar, ið hava ávirkan á hvussu íverksetingin kann eydnast, eru teir: “Politikdesignet, organisatorisk og interorganisatorisk adfærd, ledelse, markarbejdernes indstilling og endelig målgruppens adfærd” (Winter & Nielsen, 2008; 19-20). Tá havi eg í hesum parti serliga hugt at, hvussu politikkdesignið hevur háttað sær úti í Europa og Danmark, og sum er komi inná okkum hagani. Tað hevur tí verið áhugavert, at tikið við ymiskar útsagnir frá framstandandi donskum politikarum, tí tað endurspeglar seg aftur í føroyskum politikk designi. Samstundis sum tann organisatoriska og interorganisatoriska atferðin endurspeglast og ikki minst “mark” arbeiðarans uppgáva. Sum dømir frá hesum tíðarskeiðinum kann vísast á hvussu nevndin, ið gjørdi “betænkning 1974” var samansett. Eitt sum serliga slær í eyguni, í tí sum er skrivað í hesum tíðarskeiði, er – hvar er Føroya Læruráð ella tann parturin av skipanini, sum var skipaður á økinum, í øllum samanhanginum. Tað hevur ikki verið víð í nøkrum fyrr enn i 1990´unum. Tað eru danskir myndugleikar, ið hava talað, skrivað, og úttalað seg á økinum saman við føroyskum skúlamyndugleikum. Í sera fáum førum er vinnan sloppin uppí part. Tó skildi eg at nevna, at í “betænkning 1968” vóru verkafeløgini umboðað, og vóru tey tá samd um, at har undirvísingin ikki kann fara fram tekniska skúla í Klaksvík og Tórshavn, har má undirvísingin fara fram á einum donskum yrkisskúla, yrkisfeløgini hava eisini í tíðarskeiðnum víst á, at støði á føroysku yrkisútbúgvingum ikki var tað sama í Danmark.
[1] EFG kann samanberast við tað, ið vit í Føroyum frá ávíkavist 1984 og 1992 kalla støðisútbúgving ella FHS / SIT.
