Ættargransking, familja og ættarsøga eftir Eyðun Gaard úr Oyndarfirði.
Hendan heimasíðan fer at byggja víðari uppá tað ættargransking, eg havi havt seinastu tríggjar vetrarnar. Tað vil siga vetrarnar 2020/2021, 2021/2022 og 2022/2023.
Men av tí at ættargransking, familja og ættarsøga er rein nalvaskoðan. Fer hendan heimasíðan, og alt sum hon viðger, at snúgva seg um meg og mína familja og ættfedrar.Eg eri føddur og uppvaksin í Oyndarfirði í 1965, og til ber at fáa meira at vita um meg á mínum vanga undir “Innihald” Eyðun Gaard.
Men í viðgerðini fari eg aftur til ár 1700, og av tí at nærmastu ættfedrarnir tvs. ommur mínar komu úr ávíkavíst Miðvági og av Reyni í Tórshavn og abbarnir báðir úr Oyndarfirði, tó við íkasti av Syðradali á Kalsoynni, Blankaskála og Funningi, skal ein ikki langt aftur í ættarliðini fyri at koma víða runt landi.
Søgurnar, um einstakar persónar eg fari at lýsa, eru allar av farnum persónum, og í flestu førum eldri enn 70 ára gamlar. Hetta merkir at persónarnir eru føddir áðrenn, 1953 og í allar flestu førum eru farnir foldum frá.