Ýti

Her eru nøkur hent ýti til ættargransking og bygdasøgu og aðrar søguligar keldur

http://www.history.fo

history.fo – er ein heimasíða hjá Tjóðskjalasavninum. Á hesari heimasíðuni finst ymiskt søguligt tilfar um Føroyar og føroyingar. Talan er um skanningar av upprunakeldum, prentaðar og viðgjørdar keldur. Tað er loyvt at nýta tilfar av heimasíðuni, um víst verður til uppruna, t.v.s. hvaðani tilfarið stavar.

http://freydis.fo/

Freydis Poulsen gav í 2005 út bókina “Úr Oyndarfjarðar søgu”. Bókin er ein bygdarsøga um tey fólk, sum hava búleikast í bygdini tey seinastu uml. 300 árini. Hon lýsir viðurskifti hjá øllum frá tænastufólkum til tey, ið høvdu ábyrgd og vald. Við nógvum myndum og fjølbroyttum innihaldi eigur bókin at vera viðkomandi hjá øllum aldursbólkum.

https://www.oldnews.com/da

Gamla leinkið til føroysku tíðarritini virkar ikki longur. Men til ber at leita í gomlum føroyskum tíðarritum á hesum leinki, um ein hevur hald.

https://trap.fo/

Tann talgildi heimurin hjá Trap Føroyum ger, at tað ber til at standa á onkrum ávísum staði í Føroyum og fáa viðkomandi upplýsingar um júst hetta staðið. Talan er ikki um eitt avrit av bókaverkinum ella eini talgildari bók, men eitt persónligt, dynamiskt og talgilt leitiamboð, sum fer at geva íblástur og vegleiða brúkarar á teirra talgildu ferð um tað víðtøkna tilfarið um Føroyar á føroyskum og enskum. Tann talgildi heimurin hjá Trap Føroyum er gáva frá grunnunum og hinum stuðlunum aftan fyri verkætlanina – ókeypis og øllum atkomulig

https://uboat.net

Um http://www.uboat.net

Á hesi síðu kanst tú finna alt um týskar undirvatnsbátar frá báðum heimskríggjum, teirra leiðandi yvirmenn (comaanding officers) og operatiónir har øll  skip hjá álopnum allieraðum, tekniskar upplýsingar og nógv meira. Tù sær eisini tað stóra foto samlingina og túsundir av bókum hjá undirvatnsbátum umframt filmar. Fleiri av undirvatnsbátum vóru mistir, men aðrir eru goymdir sum museum í dag.

Her er eisini ein stórur partur sum dekkar tær Allieraðu herdeildirnar og teirra stríð við hóttanini frá undarvatnsbátunum – eisini í Stillahavinum. Írokna eru øll  krígsskip hjá allieraðum  og túsundavís av allieraðum yvirmonnum (Commanding officers) frá øllum høvuðs sjóhernaðarførum (US Navy, Royal Navy, …) umframt tekniskar síður og upplýsingar um luftbornar herdeildir.

https://modstand.natmus.dk

Frihedsmuseets modstandsdatabase Hesin dátugrunnur inniheldur upplýsingar um mótstøðufólk um alt Danmark, ið eru nevnd í teimum týdningarmestu prentaðu greinunum og bókunum.

  • Nú livandi mótstøðufólk, ið eru nevnd í styrkilistanum hjá mótstøðurørsluni, umframt hesi hava givið samtykki til almannakunngerðingina.
  • Mótstøðufólk, ið nevnd eru í styrkilistanum hjá undurgrundarherðinum, eru deyð fyri minst 10 árum síðani