
Myndin er tikin í august 2024 – myndaeigari: Kirstin Djurhuus
Góða Jóna
Fyrst av øllum hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum í dag 1. januar 2025.
Fari at loyva mær at senda tær eina serstaka heilsu við hesum orðum, ið heilt víst fara at vera drúgv. Tað verður jú meira enn eina øld, eg fari at gjøgnumganga. Eg geri hetta við vilja drúgt og fari í nógvar smálutir, til æru fyri tær Jónu, tí eg meti at søgan júst sæð úr tínum sjónarhorni eigur at vera varðveitt til okkum og okkara eftirkomarar.
Tíni foreldur vóru fødd í ávikavist 1887 og 1883, mamma tín Sunnuvá Oluffa Hansen av Kirkjuvegi í Havn og Harald Sofus Gaard í Hálvmørk í Oyndarfirði. Tey bæði fingu 8 børn, tað fyrsta kom í 1915 Hans Jóhannes vanliga nevndur Hannis, hann giftist við Lovisu Joensen úr Oyndarfirði. Eftir hetta komu Anna í 1917, hon giftist til Skopunar við Ólavur Joensen. Ingrid í 1920 giftist inn í Hoyriksstovu í Oyndarfirði við Jógvan Dahl, tvíburarnir Maria (Mia) og Amalia (Malla) komu í 1922, Malla vaks upp í Skálafirði hjá fastur síni Elsebeth Mariu og manninum Edvard Østerø, og giftist Malla í Skálafirði við Klæmint Østerø. Føðingardagsbarnið í 1925, og komi eg sjálvandi aftur til hana. Hansa fødd í 1927 giftist í Oyndarfirði við Asmund Petersen uppi á Fløtti og síðani Heini í 1933, hann giftist við Jónhild Petersen uppi á Fløtti í Oyndarfirði. Mia var ógift – meira um hana seinni.
Pápi tín átti eina systir, ið búði í grannahúsinum, hon kallaðist Poulina og var gift við Christian Gaard. Poulina var trettan ár yngri enn bróðurin Harald ella fødd í 1896. Hon var tí 33 ára gomul í 1929. Poulina og Christian fingu ongi børn, tí hevur hon verið sera góð við børnini hjá bróðrinum í grannahúsinum, og endaði hetta við, at Jóna helt jólaaftan saman við Poulinu og Christian jólini 1929. Hesi jólini flutti Jóna bert 4 ára gomul inn til Poulinu og Christian. Hetta merkti ikki, at hon misti sambandið við foreldrini, men hon rann húsanna millum og búði hjá fastrini og manninum.
Tá Jóna var fødd, búðu foreldrini í gomlu húsinum inni í Hálvmørk. Jóan Pauli Thomsen, ið hevði Hálvmørks handilin, bygdi fast í hesi húsini hjá Heina í Hálvmørk – tað sum vit í nýggjari tíð vanliga róptu inni hjá Freydis. Nýggju húsini vit í dag kenna sum í Hálvmørk, fluttu tey í 1933 inn í, sama ár sum yngsta barni Heini var føddur. Abbi og omma Jónu – Heini og Anna doyðu í ávikavíst 1928 og 1931. Heini abbin var blindur seinastu árini av sínum lívi og lá uppi í songini. Børnini blivu oftani koyrd upp í songina til hann at vera, so hann kundi ansa teimum á tann hátt. Í 1928 hava tey tí verið 10 fólk í húsi. Tá havi eg ikki talt Mallu við, tí hon flutti til Skálafjarðar. Og omman og abbin hava ivaleyst búleikast nakað hjá dóttrini Poulinu og manninum Christiani. Tað var tí kanska ikki løgið, at Jóna flutti heim til fastrina i 1929.
Fimm ár seinni flutti ein onnur genta úr Leirvík inn til Poulinu, Christian og Jónu at búgva. Hon kallaðist Jetta Lilaa. Tað komu 3 systrar til Oyndarfjarðar í 1934. Orsøkin var, at pápin Jóan Pauli Lilaa doyði av sjúku frá 9 børnum, mamman Olevina Joensen f. 1899 var ættað av Breytini í Oyndarfirði. Hinar systrarnar, ið komu til Oyndarfjarðar, vóru Solveig og Fía. Soleiðis gjørdust Poulina og Christian signaði við tveimum gentum, ið vuksu upp í tryggum umstøðum hjá teimum. Poulina og Olevina vóru næstan javngamlar, og ikki var óvanligt, at børn komu í pleygu um vanlukkan rakti. Harumframt búði Jógvan (f. 1892) beiggi Christian inni hjá teimum. Jógvan var ikki arbeiðsførur, tí høgra hondin var deyð, og hann misti annað beini av sjúku og fekk harvið træbein ella protesu, ið ein vildi sagt í dag, Jógvan doyði í 1947 og er grivin á Hellunum. Grundin, til at hann bleiv grivin á Hellunum, varð, at kirkjugarðurin í Oyndarfirði var við at vera fullur, og mamman var ættað av Hellunum, tí ynskti hann at vera grivin har. Ein annar beiggi Christian og Jógvan – vanliga nevndur Hjalmar í Langagarði búði eisini inni hjá beiggjanum Christiani og konuni Poulinu í nøkur ár. Hjalmar misti konuna á barsilssong í 1939 og áttu tey tá eina gentu, sum kallaðist Jóhanna. Hendan gentan fór til Hansinu mostrina og mann henna Dánjal at vera, men treivst ikki har, hon fór haðani inn til pápan og í húsið hjá Poulinu og Christiani at vera. Hjalmar giftist uppaftur í 1947, tá flutti hann aftur í Langagarð við seinnu konuni Fíu og døtrunum Jóhonnu og Aleksandru. Sum tit skilja vóru tey ikki so fá í húsi hjá Poulinu og Christiani um hetta mundi í 1930´unum og 1940´unum, sjálvt um tey Poulina og Christian ongi børn áttu.
Jóna átti fimm fastrar, tann eina Malena Sofía Gaard var fødd í 1889. Hon bleiv vanliga nevnd Fía í Kinn, tí hon var uppvaksin í Kinn, hetta tí at mamma hennara Anna í Tarti kona Heina Gaard í Hálvmørk (omma og abbi Jónu) og Jóhanna í Kinn vóru hálvsystrar. Jóhanna Weihe ella Jóhanna í Kinn giftist við Jógvan Hammer í Pálsstovu úr Elduvík, og giftust tey inn í Kinn. Jóhanna og Jógvan fingu 6 børn frá 1908 til 1919. Tað syndarliga hendi her, at Jóhanna doyr á barsilssong 14 dagar eftir at yngsta barnið er føtt. Tá hendi tað, at fastur Jónu, Malena Sofía Gaard sum 30 ára gomul tekur húsið uppá seg og tók sær av øllum børnunum, ímeðan pápin Jógvan Hammer fekk til dagin og vegin. Eitt av hesum børnunum í Kinn var Edvard Hammer føddur í 1917, hann gjørdist seinni maður Jónu.
Eitt sindur drúgvur inngangur, sum saktans kundi verið nógv longur. Men longu her sæst, hvørja barlast Jóna hevur fingið til sítt vaksna lív, ið á mangan hátt hevur havt avbjóðingar, og kann eg ikki lata vera við at gera samanberingina við tiltiknu Móður Teresu. Eg fari nú framhaldandi at lýsa hesa í mínari verð megnarkvinnu, ið hevur staðið mær allar nærmast alt mítt lív.
Hví eitur hon Jóna? Jú tað var soleiðis, at mamma Jónu var innløgd á Klaksvíkar sjúkrahúsi í 1925, mamman Oluffa hevði trupulleikar við maganum, og var tí javnan í Klaksvík í viðgerð, og varð sera væl røktað, og tey spurdi Oluffu, um yngsta barnið hevði fingið navn. Nei svaraði hon, tí hon hevði átt 5 børn áður, tí helt hon, at hon var liðug at kalla upp. Har var ein lækni, ein jarðamóður og ein sjúkrasystur. Tey spurdu, hví hon ikki kallaði tey upp. Hetta gjørdi mamman, og tí eitur hon Jóna eftir læknanum. Joen Zacariasen úr Fugloy, Apolonia eftir jarðamóðurini Apoloniu slekta av Biskupstøð í Klaksvík og Marjun eftir sjúkrasystrini Mariu úr Fuglafirði. Jóna hevur greitt mær frá, at mamman sum ung bleiv viðgjørd á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn fyri tjúkktarmin.
Eg fari at taka fatur í eina bandaða frásøgn Jóna gav okkum í ættargranskingarbólkinum í februar mánaða 2021 ella 96 ára gomul. Jóna greiðir frá einum túri, hon sum 13 ára gomul upplivdi.
“Í 1938 fóru vit til Danmarkar við skúlabørnunum í summarferiu. Vit vóru 3 vikur í Danmark, har vit skuldu vísa føroyskan dans. Fyrst vóru vit 3 dagar í Tórshavn og lærdu okkum at dansa – vit vóru hundrað børn og fleiri av okkum dugdu ikki føroyskan dans. Vit lærdu at dansa i Realskúlanum (í Havn), har vit skuldu læra kvæðini bæði donsk og føroysk. Vit vístu føroyskan dans nógvastaðnar, har vit vóru. Vit vóru í Keypmannahavn í nakrar dagar, og síðani fóru vit ymsa staðir runt í Danmark. Eg fór til Viborg á Jyllandi, har eg búði í einum lítlum plássi uttanfyri Viborg.
Uttanfyri Viborg skuldu vit dansa úti. Har kom ein dama at práta og tosa um familju við okkum. Tað endaði við, at hon kom til mín og fekk at vita, hvaðani eg var. Hon sigur við meg, at eg skuldi koma í vikuskifti til sín. Hendan dagin fór eg tó aftur har, eg hevði innivist í fyrstu syftu, men daman greiddi mær frá, hvussu eg skuldi koma við bussinum til sín. Hon búði í Skovbo, við ein lítlum skóg har húsini stóðu einsamøll – bussurin steðgar við eina kiosk, tá eg kom til Viborg, og har skuldi maður hennara taka ímóti mær. Og so fóru vit bæði til gongu. Tað kundi ikki koyrast til húsini, har tey búðu. Har var bara ein lítil gøta, og hendan daman var ógvuliga blíð hendan fríggjadagin. Leygardagin var eg hjá teimum, men sunnudagin fóru vit til Viborg Daman átti tvey børn, eitt var bert nakrar mánaðir og eisini eina tvey ára gamla gentu. Hon hevði tey við sær.
Mamma mín var niðri á Ríkissjúkrahúsinum, tá hon var blaðung, og har fekk hon eina vinkonu frá Viborg. Mamma hevði givið mær adressuna hjá hesi vinkonuni í Viborg. Eg vísi damuni hesa adressuna, og vit fóru so at leita eftir hesi adressuni í Viborg. Annað tali á bústaðnum var 2, men hitt var nakað ótýðiligt, antin var tað 9 ella 7 ella 1 – men hvat gera vit – vit taka tað hægsta talið, og so fara vit, og tað var ein veldiga stórur bygningur í fleiri hæddum, men har var onki. Men so fara vit til 27, og har var heldur onki. Síðani fóru vit til 21, og hetta vóru bert eini lítil vanlig hús, og har var bert at stíga inn, og har vóru tey óføra blíð, og har slapp eg ikki avstað aftur. Men mátti gista og tey fóru í býin at vísa mær bæði eitt og annað. Men eitt helt eg vera undarligt, sum tey vístu mær. Tey fóru við mær í ein kirkjugarð, at vísa mær hvussu flott har var. Men tað helt eg vera sera løgið, men tað hevði ikki mín stóra áhugað sum 13 ára gomul.
Daman sum búði uttanfyri Viborg, var Maria Sigrid Joensen f. 1904 d. 1994, sum giftist til Viborg við Aage Henry Madsen úr Viborg. Sigrid var dóttir Annu Malenu Weihe systir Jóhannu í Kinn. Sigrid átti 6 børn. Sigrid kom einaferð til Føroyar at vitja við Tjaldrinum og skuldi víðari til Klaksvíkar við hesum sama Tjaldri, ið sigldi á Mjóvanes í juni 1946. Tey mistu alt, tey áttu, men komu øll livandi frá hendingini. Men tey fingu alla tað hjálp í Føroyum, tey høvdu brúk fyri. Tann elsta dóttirin hevur hildið sambandi við okkum alla tíðina, og hevur Kirstin enn samband við hana.
Ein lítil søga afturat frá hesum túri var, at vit steðgaðu á í Keypmannahavn og har kom Salomon Joensen prestur, hann spurdi uppá sama máta, um hann møguliga var í familju við onkran, og her endaði tað eisini við mær og síðani ein frá Funningsfirði, ið kallaðist fyri Vilmund Hansen. Hann kendi foreldrini hjá honum – hann bjóðaði so okkum heim til mostur sína, sum var nærmasta familja hjá okkum, hon kallaðist fyri Aaspa Poulsen, og har fingu vit nátturða.
Poul Eide, Dímunarbóndin Janus og Hilmar Kass vóru við – vit vóru hundrað børn og seks lærarar – vit búðu umborð á Fregattini Jylland, har búðu vit, og síðani fóru vit út á hinar oyggjarnar. Vit møttust aftur Keypmannahavn og búðu í eini fimleikahøll.
Tað seinasta kvøldi vit vóru í Keypmannahavn vóru vit í Kongaliga Teatrinum, og har skuldu vit eisini dansa, og tá vit fóru avstað, fingu vit ein stóra konfekteskju, áðrenn vit fóru umborð. Hetta var ein minniligur túrur, og hava vit seinni samlast aftur. Nú eru ikki nógv eftir frá hesum túri. Tað er ikki langt síðani, at eg havi verið saman við einum á Hvíldarheiminum frá hesum túri. Sigrid var sjúkrasystur.”
Jóna helt fram við síni frásøgn um húsini í Kinn, sum Jógvan Hammer slektaður úr Pálsstovu úr Elduvík giftist inn í. Jógvan bygdi uppí húsini í 1909, tá tey høvdu fingið tvey børn, frammanundan var bert roykstova og kamar.
Á ungum árum tænti Jóna í Oyndarfirði hjá Sámalsa-Trinu, ið saman við manninum Sámal Petur Joensen av Breytini tók Meinhard Berg til fosturs. Jóna hevur mangan greitt frá hesi tíð. Og var tað ivaleyst hennara fyrsta arbeiðspláss.
Eg fari tó at greiða frá eini aðrari søgu, ið Jóna sjálvandi eisini hevur greitt mær frá. Í 1949 doyr Louisa Klein, fødd Vilhelm úr Vági bert 50 ára gomul av sjúku, Louisa var fyrra kona Petur Klein, ið átti og rak gamla Vìkahandilin og seinni Mýrustovuna sum handil í Oyndarfirði. Louisa lá á børu inni í Víkum, og vanligt var tá, at heima seyma lík klæðir til líkið. Hesa uppgávu høvdu Jóna og Henrietta fingið. Myrkt er um kvøldarnar í november mánaða, og onki elektriskt ljós var komi til bygdina tá. Henrietta gamla hugsaði ikki um hesi viðurskifti, tí gjørdi hon sær eitt ørindi út úr húsinum, og einsamøll sat Jóna eftir við líkinum og uppgávuni. Deyðin var tó ein náttúrligur partur av lívinum, og tí bleiv hetta eisini loyst uttan annan háva. Í 2024 hevði eitt 24 ára gamalt helst fingið sálarliga fyrstuhjálp, um tey blivu sett í slíka støðu. Sambandi ímillum húsini “í Hálvmørk” og “í Víkum” var sera gott, tí mamma Jónu – Oluffa kom til fastur sína til fosturs í 1890´unum og var uppvaksin “í Víkum”. Beint innan fyri Víkahúsini liggja húsini í Kinn, og har fann Jóna sær Edvard.
Jóna og Edvard giftust 4. mars 1948, tey giftust inn í Kinn, men fluttu tey í 1950 niðan í húsini hjá bróður Edvard – Hendrikki og Jonu, ið samstundis fluttu til Havnar. Edvard var sjómaður og sigldi meginpartin av sínum lívi, eisini undir Seinna Heimsbardaga. Tó minnist eg ikki Edvard sum sjómann, men heimamann hjá Nósa, ið var ein 20 tons útróðrarbátur hjá Henry Klein í Stórustovu. Edvard og Jóna fingu sítt fyrsta barn – Kirstin 13. mai 1956, tveir dagar seinni fekk beiggi Jónu – Heini eisini eina dóttir, og tað var tí eyðsæð, at sambandi ímillum hesar gentur (systkinabørnini) bleiv ógvuliga tætt. Tvey ár seinni kom Jógvan í 1958. Nevnast kann eisini, at Mia hevði føðingardag 14. mai, tí blivu tað 3 føðingardagar slag í slag, samstundis sum ternurnar komu at vera fyri summarið.
Jóna og Edvard fingu Jógvan 5. Juli 1958. Eg gevi Jónu orðið: “Hann bleiv sjúkur, tá hann var fimm mánaðir. Hann bleiv sjúkur knappliga fyrst í desember mánaða, eg hevði onki merkt á honum, og hann hevði ongantíð feilt nakað, hann treivst so serstakliga væl. Hann var stak góður í sær, og dagurin var púra normal. Eg geri hann kláran at fara uppá loftið, og hann var aldrin vanur at vakna, men tað kvøldið svav hann bara eina lítla løtu. Eg síggi beinanvegin, at hann hevur fepur, og eg taki fepurin av honum, hann hevur langt yvir 39 í fepur. Og hann fór at spýggja, og tá eg taki hann upp, blívur hann akkurát sum ein slaskidukka – hann fellur saman. Vit fóru so at ringja til Emmu Winther, og hon sigur, at tað eru nógv børn sjúk, og tað er okkurt sum gongur.
Eg var ikki von við sjúk børn, so eg gjørdi, júst sum læknin segði, og hon segði tað, at tað eru børn í bygdini, sum eru sjúk, tey áttu nokk av medisini, soleiðis at Jógvan kundi fáa burturav, og soleiðis bleiv gjørt. Tað var okkurt fyri betendilsi.
Tað vísti seg so tað, at fepurin fór niður, men eg dugdi at síggja tað, at drongurin framvegis var sjúkur. Hetta var so mikukvøld, og sunnudagin er hann liðugur at taka hendan kurin, og tá fór fepurin uppaftur. Eg ringdi so aftur til læknan, og tá sigur hon beinanvegin, at hon skuldi senda doktarabátin úr Klaksvík eftir honum. Læknabáturin fór fyrst inná Fuglafjørð eftir Emmu og so norður til Oyndarfjarðar, har hon kannaði drongin. Hon segði onki hvat honum feilti. Men sigur, at hann má leggjast inn, og vit fóru so til Klaksvíkar við honum.
Men Emma hevði sagt fyri mammu, at drongurin hevði meningitis, men tað visti eg ikki. Vit koma so á Klaksvíkar sjúkrahús, og rímiligt so helt eg, at eg bleiv innløgd, men tað kom ikki uppá tal. Tí drongurin var væl fyri og fekk bara vanliga medisinska viðgerð, og eg mátti so fara av aftur sjúkrahúsinum, og hann bleiv eftir. Eg fór so aftur á sjúkrahúsið morgunin eftir at vita, hvussu stóð til, og tey lótu væl at – tað fór nokk at ganga. Men eg visti ikki, at hann hevði meningitis, og hevði eg vita tað, hevði eg sagt okkurt. Men eg visti onki. Tað kom ikki uppá tal at fortelja fyri mær, at hann hevði meningitis, so eg visti onki.
So gingu nakrir dagar og onki bleiv gjørt, eg spyrji so til endan, um ongin vandi er á ferð, og um eg kundi fara aftur til hús, og svarið var ja, at tað kundi eg gott. Tað skuldi nokk fara at ganga. Og eg lúgvi tað ikki, hann lá í 10 dagar, áðrenn hann fekk tað rætta medisini fyri meningitis, tað var ikki tí, tey ikki áttu tað, men hann fekk tað ikki. Og tað bleiv tí so vorðið, sum tað bleiv.
Í jólavikuni fingu vit boð um at koma inn at síggja hann, tí tey roknaðu ikki við, at hann fór at klára tað. Men tá hevði hann ligið so leingið, at hann var skaddur á heilanum.” Eg fari at enda frásøgnina her, men Jóna hevði nógv meira at greiða frá, um hesa syrgiligu feilviðgerð, men tað kann koma eina aðruferð.
Sama kvøldið greiðir Jóna víðari frá: “Mia systurin búði hjá okkum í meira enn 50 ár. Mia er fødd í 1922 og var sostatt 3 ár, tá Jóna var fødd. Mia doyði í 2009. Kirstin sigur, at Mia var næstan sum systir sín. Mia var so áfallin og kom til okkara, tí hon bleiv fornerma við eina svigerindu hjá sær. Tey sum hon var góð við, var hon ógvuliga góð við, men so vóru tað nøkur, sum hon ikki kom útav tí við. Tá Hannis giftist inn til foreldrini við Lovisu, so skuldi tað onki til, og eg veit, hvussu lítið tað skuldi til, so bleiv Mia ill. Illstøðan kom av tí, at Mia hevði gjørt okkurt, møguliga vaska upp, tá var sjálvandi ikki uppvaskimaskina. Lovisa hevur kanska sæð, at tað ikki hevur verið so gott, og ger tað kanska umaftur. Hon bleiv so fornerma, at hon vildi onki hava við Lovisu at gera. Tað gekk nokkso lang tíð, og tað endaði so við, at Mia kom inn til mín, og har bleiv hon verandi. Hon – Mia bleiv sera góða við Lovisa aftaná tað, men hon bleiv bara verandi, men hon toldi ikki at nakar rættaði uppá hana.
Mia var so áfallin, summi kundu siga alt við hana. Jóna sjálv kundi ikki siga alt við hana, men Edvard – tað kundi gera akkurát tað sama, hvat hann segði. Mia var eitt skiftið í Danmark, hon fór niður, áðrenn hon var vaksin, men júst hvussu gomul – minnist Jóna ikki. Mia var á Taleinstituttinum í Hellerup, Mia tosaði mangan um Hellerup. Jóna veit ikki heilt, men Mia kom so heim aftur eitt summar. Edvard plagdi at siga við hana, at tú kundi ikki vera har, tí tú klandraðist so illa við hini børnini. Hon svaraði honum bara aftur, at hon var ikki komin aftur av hesi orsøk, men tí at kona gamla handilsmannin Jóan Paula var deyð, og tað passaði eisini, at hon doyði, meðan hon var niðri. Hon var komin heimaftur, at fylgja henni til gravar. Tað var tí, hon var komin heimaftur, tað passaði sjálvandi ikki” sigur Jóna. Seinna kona handilsmannin Jóan Paula doyði í 1934, tað vil so siga at Mia hevur verið 12 ára gomul tá hon kom heimaftur at vera.
“Men eg havi bara billa mær inn, at tá var ongin ordningur við nøkrum, og eg eri bara sikkur uppá tað, at pápi hevur ikki havt ráð, at hava hana í Danmark. Tað var jú bert ein inntøka, og tað var tað hann fortjenti. Men eg eri vís í, at um hon hevði verið verandi niðri, hevði hon kunna lært, tí hon var sera góð til hendurnar. Og hon hevði gjørt ymiskt ímeðan, hon var niðri, og tá var hon so ung. Hon snakkaði oftani um, tá hon var í Hellerup, men hon fór so ikki niðuraftur.”
Uppá spurningin, hvussu tað mundi gangast hjá henni at skilja tað danska, veit Jóna ikki heilt, men sigur at Mia skilti alt. Hon hevði bara so trupult við at tosa skilliga.
Doris Hansen hevur í síni frálíku bók “Søgan um hini” greitt frá teimum sum fóru av landinum. Og er Jógvan hjá Jónu og partvís Mia ein partur av hesi søgu.
Tá skúlatíðin hjá Jógvan nærkaðist, og hann skuldi byrja í skúlanum, mátti støða takast til, hvat skuldi gerast og endaði hetta við, at hann verður sendur niður á Rødbygaard at vera.
Bert eitt ár eftir at Jóna og Edvard fingu Jógvan missa beiggin Heini og Jónhild eina dóttir undir føðingini. Tey fingu tvíburðar og annar doyði.
Trí ár eftir hetta missa systurin Hansa og Asmund somuleiðis eitt barn stutt eftir føðing, hetta var í 1962.
Um somu tíð, sum Jóna sendir sín son til Danmarkar á Rødbygaard, senda beiggin og konan tvey av sínum børnum til longri sjúkraviðgerð á Refnes hospital í Kalundborg. Alt hetta hendir innanfyri eitt 7 ára tíðarskeið í somu familju við stuttum millumbilið. Og tað sigur seg sjálvt, at hetta merkist hjá hesum trimum systkjunum úr Hálvmørk. Talandi tøgnin sermerkti hesa tíðina í Oyndarfirði – meira verður tí ikki sagt um hesi viðurskiftir í hesi frásøgn.
Tá vit nærkast 1970´unum kemur ein nýggj tíð til Oyndarfjarðar. Jóna gerst partur av hesi nýggju tíðini og flytur sítt virksemi frá meira ella minni óløntum arbeiði til lønt arbeiði í fiskivinnuni og seinni umsorganarstarv. Fá ár eftir at vegurin kemur til Oyndarfjarðar í 1968 kemur Jógvan heimaftur á Eirargarð at búgva, sum partur av teimum fyrstu útisetunum, ið komu heimaaftur á deild 5 á tí tá nýbygda Eirargarð at vera, hetta var í 1973. Gleðin var stór, og merktist hetta sera væl, hjá okkum, sum høvdu okkara føstu gongd í Tungumørk, har Jóna og Edvard búleikaðust.
Eftir at koyrandi bleiv bygdanna millum fara oyndfirðingar og serliga kvinnurnar í Oyndarfirði at arbeiða sild á Harenga í Gøtu, og vóru nógv fólk í arbeiðið har, eisini Jóna var ímillum hesar kvinnur. Beint eftir hetta fara oyndfirðingar, at arbeiða á Handils og Frystivirkinum í Fuglafirði og arbeiddi Jóna í fiski fram til 1976.
Tá broytti hon starvsleið samstundis sum Heimahjálpin byrjar sína tænastu runt landi mitt í hálvfjerðsunum
Úr Ólavsøkurøðu Løgmans verður sagt soleiðis í 1976:
“Heimahjálparaskipanin:
Hendan skipanin er nú komin í rættiliga góða legu. Fyri fyrstu ferð í søguni er ein endalig útbúgving av kvinnum, øll sum hon er farin fram í Føroyum. 30 heimahjálparar hava í hesum døgum fingið prógv sum fullærdir heimahjálparar. Tað virka í løtuni 156 heimahjálparar. Heimahjálparaskipanin man vera ein tann týdningarmesti tátturin í royndunum at stuðla teim gomlu og sjúku í egnum heimum teirra og harvið egnum umhvørvi. Landsstýri leggur dent á, at henda skipan verður framhaldandi víðka og stimbrað.”
Hetta er byrjanin til at tey eldru og óhjálpnu í bygdini fáa fasta vitjan av heimahjálpunum, sum Jóna gjørdist fastur partur av, systirin Ingrid og døtur hennara Bodil og Edith vóru eisini fastar og fúsar í heimahjálpini í Oyndarfirði. Jóna tók heimahjálparaskeið í trimum tíðarskeiðum, eitt í Klaksvík, eitt i Runavík og tað seinasta í Havn.
Jóna arbeiddi sum heimahjálp líka til hon fór frá sum pensjonistur. Og hava nógv notið gott av hennara hjálpsemi og røkt bæði so og so. Leggjast kann afturat, at hetta var áðrenn heimahjálpirnar blivu tvingaðar til at renna aftan á klokkuni. Tað merkti eisini, at tímalønin oftani var lág í mun til tímanýtsluna, tí avrokningin neyvan fall uppá nýtta tímatalið.
Miðskeiðis í 80´unum gerst Edvard sjúkur og avlamin av einari ógvusligari heilabløðing. Hetta tók fast, at hesin fyrr so sterki og reysti maður bleiv bundin til songina og rullistólin. Tað tók mær serliga fast, tá eg sum unglingi kom inn á sjúkrastovuna hjá honum og ikki var fyrireikaður uppá, hvussu ein sterkur, prúður og vælbygdur maður við heilabløðing kundi reagera, hesa støðu gloymi eg ongantíð aftur. Edvard bleiv við kærleika væl passaður og røktaður, og hevði tað gott heima líka til hann doyði í 1989.
Fimm ár seinni rakti deyðin aftur og misti Jóna sín kæra son av sjúku í 1994. Tá orkaði hansara likam ikki meira.
Eftir hetta vóru Mia og Jóna einsamallar í húsi, líka til Mia fór á Ellisheimi í Runavík í 2008. Kirstin hevði tá búð í Havn síðani í 1970´unum.
Kirstin giftist við Helga Djurhuus og búgva tey í Tórshavn. Helgi átti sonin Jón, áðrenn tey komu saman, Jón er tí ommusonur Jónu. Harafturat er Jens Kristian partvíst uppvaksin hjá Helga og Kirstin. Jón eigur onki børn, men Jens Kristian eigur 3 børn, og eru teirra familjur at rokna við í Jónu´sa fylgi.
Jóna hevur altíð havt barnatekkið, sjálvur var eg meira ella minnið húsfólk inni hjá teimum, og búði har tá foreldur míni vóru antin uttanlanda ella upptikin av øðrum viðurskiftum. Sambandið okkara millum hevur verið hildið viðlíka ikki minst takkað verið Jónu´sa áhuga fyri virkseminum hjá okkum bæði sum ung og vaksin.
Eg kann geva fleiri dømi um hennara umsorgan fyri mær og okkum í familjuni eisini nú á hennara ellisárum.
Í Korona tíðini var tað Jóna sum tók telefonina og ringdi fyri at vita hvussu til stóð, sjálv hevði hon onki at klaga um og hevði tað gott. Hon settist ikki aftur og goymdi seg ikki burtur, hóast hon í 2020 var 95 ára gomul.
Karla systkinabarnið í Rituvík doyði av sjúku 11. juni 2023. Eg hevði verið inni á gólvinum hjá Jónu vikuskifti fyri jarðarferðina og gramt meg um, at ikki lá fyri hjá mær at fara, tí eg var upptikin av øðrum átroðkandi viðurskiftum, ið ikki kundu broytast. Kvøldi fyri jarðarferðina ringir hon til mín og sigur, at tú skal koma við mær, tí eg fari í kapelli um morgunin, og tú skal koma við. Soleiðis loysti hendan 98 ára gamla hendan trupulleikan fyri meg. Hetta er bert eitt lítið dømi um hennara umhugsni fyri mær og mínum.
Tá abbabørnini hjá mær komu og familjan øktist, fylgir hon við í øllum viðurskiftum og vísir serligan áhuga fyri øllum, sum fyriferst rundan um meg. Hon fer um meg, sum var eg hennara egni.
Tá nøkur av hennara nærmastu í hina ættina eisini komu heilt úr Eystur Asia. Fylgir hon við í teirra viðurskiftum, og hevur hon skil á, hvussu og hvat tey gera og takast við í gerandisdegnum. Hon hevur ein íbygdan áhuga fyri sínum nærmastu, og tað verður ongin gloymdur.
Julian ein abbasonur bróðir hennara, ið eisini eins og eg sum smádrongur hevur havt sína dagligu gongd í Tungumørk, saman við Jónu, Edvard og Miu liggur henni altíð í tonkunum. Hon fylgir við honum og hansara børnum, ringir til hansara, og er um tey, sum vóru tey hennara børn. Og hetta ger hon hóast hon nú er 100 ára gomul.
Hendan 100 ára gamla hevur givið okkum umsorgan og kærleika, sum bert kann upplivast. Í hennara hugaheimi koma hini altíð fyrst og ein sjálvur seinast. Men hóast slíka Guds givna tankagongd kann ein saktans gerast gamal – hjartaliga til lukku við degnum kæra Jóna.
Niðanfyri koma myndir av húsinum, eg havi greitt frá omanfyri, eisini er mynd av Ollufu ommu, Poulinu abbasystur (sum Jóna vaks upp hjá) og Jettu Lilaa. Til seinast ein mynd av mær sjálvum – abbasoninum Eyðun og tá 98 ára gomlu smílandi Jónu.

Gamla Hálvmørk og húsini hjá Jóan Paula, handilsmanninum omanfyri. Myndaeigari ókendur, úr bókini hjá Freydis Poulsen

Mynd tikin av Google Maps av húsinum hjá Poulinu og Christiani til høgru, í miðjuni hjá foreldrunum Harald og Oluffu og til vinstru gamli Hálvmørkshandilin. https://maps.app.goo.gl/G4WQ5MamvtQdtwABA

Poulina og Oluffa á Trappusteininum inni hjá Jónu og Edvard. Myndaeigari Kirstin Djurhuus

Jetta Lilaa, ið vaks upp saman við Jónu hjá Poulinu og Chrstian. Myndaeigari Kirstin Djurhuus og er av Jettu sum brúður.

Myndin er tikin á URD í november 2022 og er av Jónu, Eyðun og Eyðun abbasoninum
Kelda til hesa frøsgøn og heilsu er:
- Søgan um Oyndarfjørð eftir Freydis Poulsen
- Jóna Hammer
- Løgmansrøðan 1976
- Søgan um hini eftir Doris Hansen
- Myndaeigarar Kirstin Djurhus, Google Maps og Eyðun Gaard
- Greitt úr hondum Eyðun Gaard – bróðursonur Jónu
Um tú ynskir at hoyra Jónu í sendingini “Við Tórði á túri” frá 20. januar 2025 við heitinum: “Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri” ber til at lurta á hesum leinki: https://kvf.fo/ljod/sending/tordur-a-turi?sid=186576
