Hvat er ættargransking
Tjóðskjalasavnið skrivar soleiðis um ættargransking:
Á Tjóðskjalasavninum kanst tú leita fram ætt tína. Tjóðskjalasavnið kann ikki gera arbeiðið fyri teg, men øll kunnu koma á lesistovu okkara fyri at leita sjálvi. Á lesistovuni eru starvsfólk, ið sjálvandi eru til reiðar við hollari ráðgeving og vegleiðing.
Áðrenn byrjað verður, er neyðugt við einum grundarlagi at byggja ættargranskingina á. Tað er skilagott at byrja við at skriva niður teir upplýsingar, ið tú frammanundan veitst um ættina. Byrja t.d. við tínum foreldrum, ommum ella abbum. Í hvørjari bygd búðu tey? Veitst tú tað, so er gjørligt at leita í fólkateljingunum. Hvar vórðu tey fødd? Hvar vórðu tey gift? Ella kanska veitst tú nær ommur og abbar ella langommur ella langabbar doyðu. Veitst tú hetta, kanst tú t.d. leita í kirkjubókunum eftir dópi ella vígslu, og har fáa meira at vita um tey ættfólk, ið leitað verður eftir.
Í kirkjubókunum kanst tú leita eftir dópi, konfirmatión, vígslu og jarðarferð. Tað lættir um arbeiðið um tú veitst nøkulunda, hvar í landinum, hendingarnar eru farnar fram. Elsta varðveitta kirkjubók í Føroyum er tann fyri Eysturoynna, ið varð byrjað í 1687. Upprunaliga vóru ongar fastar reglur fyri, hvussu kirkjubókin skuldi førast. Tær elstu kirkjubøkurnar eru tí ógvuliga ymiskar í dygd og vavi.
Í fólkateljingunum finnur tú alla familjuna sum hon sá út tað árið, ið fólkateljingin varð hildin. Treytin er, at tú veitst hvørjari bygd familjan búði í hetta tíðarskeiðið. Fyrstu ferð fólkateljing varð gjørd í Føroyum var í 1801, og nýggjasta fólkateljingin, sum í løtuni er atgeingilig hjá almenninginum, er frá 1935.
Í skiftiprotokollunum eru yvirlit yvir ognirnar hjá teimum ymisku, yvir arvingar og arvabýti. Skiftiprotokollirnar røkka í nógvum førum longri aftur enn kirkjubøkurnar og eru tí hentar hjá ættargranskarum. Elsta skiftiprotokollin, ið er varðveitt á Tjóðskjalasavninum er ”Gejstlighedens skifteprotokol” frá 1679. Elsta verðsliga skiftiprotokol er frá 1701.
Í jarðarmóðurprotokollunum skrivaði jarðarmóðurin m.a. vekt og longd hjá barninum, og tíðarfestið uppá minuttin nær barnið varð borið í heim. Elsta jarðarmóðurprotokollin, ið Tjóðskjalasavnið varðveitur er frá 1874 og umfatar Norðurstreymoy.
Kelda: https://www.skjalasavn.fo/fileadmin/Hjalparambod_og_vegleidingar/aettargransking_19.pdf
Er lógligt at gera ella nýta ættargranskingar skráir:
Flestu ættargranskingarforrit hava avmarkingar í mun til atgongd og login v.m. Ættargransking verður mett at vera til persónliga nýtslu, og kemur tí ikki undir dátuverndarlógina. Tó skal ein vera varin við at leggja ov nógvar persónligar upplýsingar av livandi persónum inn í talgild forrit, so sum MyHeritage. Hetta kann vera ímóti lógini um persónsupplýsingar.
Hví ættargransking:
Mannaættin hevur eina ávísa trongd til at kenna sín uppruna og upphav. Nútíðar familjumynstri er heilt annaðleiðis, enn tað var fyri bara 50 árum síðani, og sokallaða kjarnufamiljan er um at fara í søguna. Tíðin, har fleiri ættarlið búðu í sama húsi, er eisini við at fara í søguna, og tí vera søgurnar kanska ikki náttúrligani fluttur tvørtur um ættarlið.
