Pride of Fife, útvarpssamrøða við Andreas Petersen, vertur Elias við Rættará.——–
Elias við Rættará hevði samrøðu við Andreas Petersen skipara úr Oyndarfirði.
Vit í Útvarp Føroya hava í kvøld fingið vitjan av Andreas Petersen skipara úr Oyndarfirði, og vit fara at práta við hann, um onkra ferð, sum hann hevur gjørt, tey mongu ár, hann hevur verið skipari.
Tygum Andreas, hvørja ferð halda tygum, tygum kundu sagt okkum frá, sum kundi verði forvitnislig at lurta eftir? Tygum hava gjørt manga ferðina kann eg ætla?
Á ja, tað hevur man so gjørt, tá ið man hevur verið burtur í yvir, man kann siga hálvthundrað ár, so er altíð eitt og annað, sum man kann hava serligan hug at siga eitt sindur um.
Tá eg skal taka eitt fram, so haldi eg, at eg taki ein túr, sum vit høvdu frá Skotlandi og upp til Føroyar. Tað var um heystið í 1919, tá vóru vit nakrir menn, ið tóku okkum saman, um at keypa ein dekksbát niðri í Skotlandi.
So fór eg niður við einum skipi, sum at Kristianna, eg fór niður sum passaserur. Skiparin var úr Gøtu.
Hvør var hann?
Hann æt Jóan Magnus, teir rópa hann Jóan Magnus har niðri, maðurin er nokk livandi enn, haldi eg.
Ja, so koma vit niður móti Aberdeen, og tað er heldur ruskut veður, beint inn at landi, so tað gongur ikki so væl, at rokna við at sleppa inn, vit koma so, og fara at heysa flagg, og tað kemur ongin loðsur út, tað var tvungin loðsur, man hevði ikki lov at koma inn uttan við loðsi. So lógu vit allan dagin og flaggaðu, men ongin kom, so kom náttin, og so máttu vit leggja eitt sindur út eftir, fyri ikki at koma ov nær landi, tað var altíð ein fári tá ið tíðini, við berum seglum.
Men tá ið so dagur kom aftur, so bleiv siglt eitt sindur inn aftur, og aftur at flagga, og vit blussaðu um náttina, men ongin loðsur kom.
Tá ið tað leið nakað út á dagin, so kemur ein trolari út, og hann kemur okkum so nær, at hann preiar okkum, og hann sigur tað, at vit fáa ongan los í dag, tí ongin bátur kemur út, teir torgaðu ikki út.
So kemur skiparin til mín, og spyr hvat ið eg meini um at fara at sigla inn, eg helt, at tað vóru ikki góð líkindir, tí eg hevið verði har nokkso nógv, eg hevði siglt við trolara har, so eg kendi eitt sindur til forholdini, men teir vóru allir hinir, ókunnigir, ongin hevði verði har fyrr.
Ja, so sigur hann, “hetta kemur ikki at bera til”, at liggja úti, og blíva við at liggja úti, um eg ikki vil stýra skipinum inn? Jú, tað helt eg, tað skuldi eg gera, men eg tók onki andsvar av skipinum. “Nei tað noyðist eg at taka!, sigur hann, tí eg eri mynstraður skipari, so mátti hann tað.”
Ja so blívur prøva, so bleiv hildið undan, og tað gongur gott, tað var nógvur vindur, men tá ið vit komu inn móti pirunum, nú stendur brimið yvir báðar pirarnar, so tað var rættuliga óhyggiligt, við berum seglum.
Men aldan var stór, so tað var nær við at grunnbróta, inni í millum pirarnar, men soleiðis gekk nú tað, at tað lukkaðist, og vit komu inn um, og tá ið vit komu nakað inn um reveringina, tá kom hesin vælsignaði loðsbátur bakkandi út eftir, og hann fekk enda á okkum, og so var sloppið.
Tað var so byrjanin av tí sum eg skuldi siga frá, og so er man komin har, og so reisti man við toki suður til Leith.
Har bleiv so fari frá Leith, og út til eitt pláss á norðara armi á Leithfjørðinum, sum eitur Anstruther, har frá bleiv hesin báturin keyptur.
Báturin var bara riggaður eftir teirra máta, og tað hóskaði ikki til okkara brúk, við stórum rásegli, og ongan rigning, teir sigldu bara upp á mastrina, tá ið tíðini.
Hvussu stórur var hann?
Hann var 69 føtur, tað var longdin av bátinum, og hann tók eini hálvthundrað skippund, tá vit høvdu hann í brúki.
Var hann ein av teimum, sum vóru spískir í báðum endum? Ja hann var spískur í báðum endum.
Ja so var hetta (Eina ??) keypi gjørt, so fingu vit ein mann, at rigga okkum hann um, hann skuldi riggast eftir føroyskum stíli.
Vit fingu so ein timburmann, sum hevði nakrar menn í arbeiðið hjá sær, og hann lovaði, at hann skuldi gera arbeiðið í ein mánað.
Hetta er í oktobur, so tað skuldi blivið bara út í novembur, so skuldu vit verði klárir at kunna siglt, men maðurin var fyri at drekka, og tað illani, stak illani, so tað var sjáldan at vit sóu mannin.
Men hesir 4 menninir, sum hann hevði í arbeiði, teir vóru góðir menn, men hann hevði tikið so nógv arbeiðið uppá seg, av øðrum, at okkara arbeiði blívur bara sum eitt bi-ting, onkuntíð inn í millum, ein og tveir menn kundu koma til okkara, og so blíva vit liggjandi.
Og tíðin, hon gongur, og eg ilskaðist, eg var heima hjá honum við hvørt, men hann var sjáldan at treffa, og so líður líka til jólar, og onki líður.
Men tá ið var komið út í februar, tá bleiv tað liðugt.
Jóladag, tá settu teir mastrina upp, tað skuldi nógv kappast av, eg veit ikki hvussu nógvar føtur, einar 20, í minsta lagið, mastrarnar, sum teir brúktu vóru so langar, og síðani skuldi hon høggast, fyrst fýra kanta, so átta kanta, so tað bleiv eitt stórt arbeiðið í øllum.
Ja, 8. Februar, so fara vit út, so tað bleiv sett segl, inni í havnini.
Fóru tit frá Anstruther?
Frá Anstruther, vindurin lá av útsynningi, so tað lá væl fyri, at sleppa norð við landinum, tað gongur gott, vit koma so, tað er ring ársins tíð, vit sigla norð eftir, og vit koma so dagin eftir norð um Ørknoyggjarnar, fóru norð eystanfyri Deenishead.
Tá vit eru komnir nakrar fjórðingar 10 – 15 fjórðingar norð um Deenishead, so nú gongur vindurin meira vestur á, upp í ein vestan og stormur.
Nú fer skipið at leka, og tað so illa, at vit kundu ikki sleppa pumpuni.
Sum man plagar at taka til, nú eru góð ráð dýr, hvat skal nú gerðast, hopleyst var at sigla, stormurin var blivin so nógvur, og so bleiv vent við aftur fyri at sleppa inn í Ørknoyggjunum.
Og vit sigla so suður aftur, eg minnist ikki so væl, men eg haldi at tað eitur Ausgerri (Gairsay), ein Oggj su liggur uttanfyri Kirkwall, fýrur stendur á, vit koma so inn um hana, so nú liggur vindurin beint útav, nú er alt í einum roki.
Tað hevði ikki verði so nógvur vindur, søgdu teir inni í Kirkwall, í meira enn hálvthundrað ár, í hetta kvøld og hesa nátt.
Hesa nátt liggja vit og krússa inn eftir, 4 mans, vit høvdu fingið eitt reb í stórseglið, og tikið klyvarin, eg royndi at stýra, vit høvdu fingið 2 reb í mesanin, og 3. kinkur var íkomin, og hann hevði eg fingið hála niður onkuntíð tá ið vit høvdu vent, bara fingið hála hann niður, men ikki fingið lissa hann upp.
Soleiðis krússa vit inneftir, og nú er blivin kola svørt nátt, tað var av tí allar myrkasta, og hendan grúiliga ódn.
Ókunnugir vóru vit, teir høvdu aldrin verið har fyrr, eg hevði einaferð í ungum árum verði í Ellivíkini, sum liggur norðanfyri Kirkwall, og tað var einastu ferð, sum eg komi har, og tað sá illani út, men soleiðis blíva vit við at krússa. Eg visti eitt einasta kennimerkið har um leiðir, og tað var eitt gamalt slott, sum stóð har í Ellivíkini, tað mintist eg so serliga til, frá tí tíð, eg hevði verði har einaferð.
Tað var eitt gamalt slott, og tað var serliga stórt, og tað segðist, at tað hevði 365 verilsir, hetta húsið, og tí hevði man lagt hetta serliga til merkis.
So segði eg við teir, um teir ikki kundu at ansa eftir, um teir kundu síggja eitt stórt hús.
Væl kundi man einki síggja, tí tað var so ringt veður, og tað var myrkt, men einaferð so høvdu vit fingið eygað á hetta, tað glógvaði eitt sindur í har,og so vóru vit at enda komnir inn á fjørðin, sum man sigur, inn á Kirkwall
So bleiv ankrað, bæði ankørini, keturnar á tamp, og so liggja vit, jú, tað lá.
Tá ið tíðin var gingin nakað út á náttina, so støkkur vindurin upp til Útnyrðing norðan, so nú kemur alt at standa á stýriborðs ketu, og stormurin var tann sami, og tað var alt í einum roki, og tað var ikki talan um, so slitnar stýriborðs ketan, so nú liggja vit við bara bakborðsketu, so har var onki at stilla upp, men tað lá.
So kemur dagur, og ongan høvdu vit bátin umborð, og vit fingu flaggið á stong, men tað kemur ongin maður umborð, har máttu vit so liggja tann dagin, og ein standa og pumpa stútt vekk.
Næsta dagin var veðrið batnað, men tá kom bátur umborð, og so fingu vit samband við land.
Eg bað um at fáa ein bát út at toga okkum inn, eg spurdi um beding, men har var ongin beding, so har gjørdist onki,.
Eg roknaði við at kunna tetta lekan, tí vit sóu umtrentligani, hvar í hann kom, hann var niðri í botninum, niðri við kjalarborði, frammi í lugarinum.
Ti máttu pumpa stútt?
Stadigvekk, vit kundu aldrin sleppa pumpuni.
Eisini tá ið tit lógu inni?
Ja eisini tá, men so kom ein bátur út og tók okkum inn í havnina. Vit settu hann so upp við keiuni, har vit roknaðu við, at tað kanska fór at fjarða so nógv, at vit fingu hann at standa turran, og vit kundu sleppa til tað, men tað vísti seg ikki at bera til.
Har lógu vit so í nakrar dagar, so komu nakrir menn frá Suðuroynni niður, til at keypa skip, sum hoyrdi heima í Kirkwall, og tað er fastalávints leygardag, sum teir fara við skipinum.
Hvørjir vóru teir, og hvat var tað fyri skip?
Tað skipið at Eva Pother, og skiparin var Mortan í Mýrini, teir kallaðu, hann var beiggi Palla í Mýrini.
Teir fara so út seinnapart leygardag, og skuldu sigla skipið suður til Aberdeen, til umrigging. Hon hevði bara verið í frakt fart, so teir skuldu gera nakað við skipið.
Men tá ið teir eru komnir nakað á veg, so nú kemur ódn á teir, av landsynningi um kvøldið, at teir taka og venda við aftur, at sleppa sær inn aftur í Kirkwall, men tað blívur so tjúkt í kavarokið, at tað hendir tað, at teir sigla skipi á land.
Vit vóru ikki allir komnir á føtur fastalávints sunnumorgun, so nú rópar á dekkinum hjá okkum, at nú er tað skiparin, og biður okkum vælsignaðar koma at hjálpa, tí teir høvdu siglt skipið á land, tað var fastalávinds sunnumorgun, og vit fóru so, ein mátti verða eftir, vit fóru tríggir, og einki høvdu teir til barlast, uttan nøkur tons av sandi.
Tá ið vit komu til skipið, vit fóru til gongu, hann lá so mikið uttanfyri, kort frá Kirkwalli, at vit kundu ganga út, og samtíðis fingu vit orna, at vit fingu ein sleipibát, til at vita, um vit kundu fáa tikið skipið út aftur, eg royndi hvat eg kundi, at vita um eg kundi hjálpa honum, til at hjálpa monnunum, jú vit komu so út, og nú liggur skipið nærmast turt, tá ið vit koma til tað.
Vit gingu so uppá tað, har gjørdist einki uttan tað, at vit kundu royna at fáa barlastina, sum teir høvdu haft, yvir borð. Tað fóru vit so undir, vit fóru at lempa sand, vit hildu at hetta var nokkso løgi fastalávint sunnudags arbeiðið, at standa og lempa sand allan dagin, tað gjørdu vit so, fyri at hjálpa tað sum vit kundu.
Jú, tá ið so flóðin kom aftur, so bleiv prøva, og tað lukkaðist, vit fingu skipið út aftur, og hesin togbáturin lá uppankraður uttanfyri, hann fekk hann so út aftur.
Hetta er fastalávints sunnudagur, og mánadagin, so lógu vit eisini, men so týsmorgunin, nú fara vit av stað, nú er hann lágur í ættini, tá var ikki telefon og tílíkt, umborð í skipið, tað var bara segl, og vit fara so norð í gjøgnum (Westre first), og tá ið vit eru komnir nakrar fjórðingar frá landi, móti skýming móti kvøldið, hetta er týskvøld, vit fóru kl 8 um morgunin, so nú brennir hann á høgt, við ódnarveðri.
Hvussu langt vóru tit komnir søgdu tygum?
Vit vóru komnir einar 10 – 15 fjórðingar norð um Ørknoyggjarnar.
Ná, ikki longur?
Nei, ja so skal repast, tað var av allar myrkastu nátt, jú vit fingu eitt reb niður í stórseglið.
So fer maður upp , at skera lissuna í, sum gamalt var, og hann klagar um, at hann finnur ongar kósir, til at fáa lissuna í, tí tað var so myrkt.
Hann hevði so fingið í til endan, men tá ið dagur kom, tá var bara í aðru hvørjari kós, so hann hevði bara funnið onkra, inn í millum, – he he.
Ja so bleiv roynt at sigla, við fokkuni miðskips, við hvørt, og tikin upp í borðið við hvørt, eftir sum veðrið fyrihelt seg, tí tað var ælaveður, tað var ójavnt í vindi, stormur viðhvørt og eitt sindur fragari við hvørt.
Soleiðis baksa vit hesa nátt, hetta er so mikunátt, og so kemur mikudagurin, og veðrið, tað heldur sær við sama lag.
Vit høvdu eina kumpass, sum var púra hopleys. Tá ið skipið fekk eitt sett, ella eitt nos, so trillaði hon einar 100 ferðir runt, so man visti ikki hvar man lá, ella hvar man kom, men vit royndu at pressa, alt tað sum vit kundu, og mikudagurin gongur, og so kemur hósdagurin og hann gongur, og so kemur fríggjadagurin, vit vóru so bara 4 menn, og ongan bát, vit høvdu nakrar gamlar ráðir, sum teir høvdu havt til hesi seglini, sum teir høvdu brúkt, liggjandi á dekkinum. Og eg hevði forskelligar tankar, sjálvsagt, eg var tann elsti, og eg var tann ráðandi, og teir vóru ungir.
Eg tonkti uppá at fara at gera okkum ein flaka, hvis nakað skuldi henda, tí hann lak so mikið illani, at hvis tað skuldi henda, at pumpan gekk fyri, ja so vóru vit ferdigir, hetta tonkti eg, men eg tordi ikki at siga tað, tí eg fryktaði fyri, at hvis eg fór at gera nakað sovorðið, so kundu teir blíva bangnir, og so var ferdugt.
Men vit høvdu so ein dunkey ketil umborð, sum fylgdi við bátinum.
Hvat brúktu tit hann til?
Hann brúktu vit til at pumpa við, hann kundi pumpa eisini, men skipið hevði verið brúkt, til sildafiskarí, og skipið var ógvuliga skitið í botninum. Tá vit høvdu fingið pumpuna at tikið, tað var eitt eygablikk, so var tipt aftur, og so mátti man niður aftur í botnin, at fáa reinsa eitt sindur burtur frá. Og grót var til barlast, so har skuldi so ein maður liggja og knossast við at fáa hetta burtur, við at reinsa, fyri at fá pumpuna aftur at taka.
Tann eini skuldi stýra, og ein skuldi pumpa, so ikki vóru nógvir at taka av, og ongantíð sleppa at sova, tað var hopleyst, vit máttu allir vera um tað, sum var.
Á middegi fríggjadagin, so nú síggja vit ein trolara, men eitt havi eg nú lagt burtur úr, tað var eitt sindur interessant, sjønt tað var lítið av tí tíðini, sum man kundi kalla interessant, tað var hann, sum passaði hendan vælsignaða dunkee-ketil.
So tit høvdu ketilpassara við?
Nei, vit høvdu ongan sovorðnan mann, vit vóru allir líka óduguligir til tað, ongin hevði sæð hetta fyrr, men vit høvdu roynt at spurt eitt sindur har niðri, áðrenn vit fóru, og onkur hevði forklára okkum eitt sindur, men tað var somikið lítið, at vit høvdu onki forstáilsi fingið uppá tað.
So eina løtu, so nú er so ræðuligt gníst og floyt niðri undir, og nú fyllist alt upp við dampi, og vit vita onki, sum vóru á dekkinum, hesin eini maðurin er niðri undir, sum skal passa ketilin, og skal royna at fáa hann at pumpa, fyri at hjálpa uppá hina pumpuna.
Vit loypa so til, teir sum kundu, nú blæsir av, nú hevur hann fýrt so nógv, at steemurin blæsur av, tað var nakað sum var ókent fyri okkum.
Vit vistu ikki hvat nú var skett, vit sóu ongan mann, tað sást einki fyri dampi, og so einaferð, nú kemur hann upp, við eini stórari pøs, fullari av logandi koli, nú hevur hann tikið alt kolið út undan ketlinum, og hann helt at tað vóru einastu ráð, tá máttu vit grína, hann royndi at fáa eldin yvir borð, tað var einasta løtan, sum var at kalla eitt sindur interessant, allíkavæl.
Ja so var tað ferdugt, tað var alt so gjøgnum bloytt, av dampinum, koyggjuklæðini og alt, men vit sluppu so ongantíð í koyggjuna, so vit hildu tað kundi gera tað sama.
Ja, nú vóru vit komnir til middags fríggjadagin, ongin maður hevur blundað, frá tí vit fóru týsdagin úr Kirkwall.
Nú síggja vit ein trolara, tað bleiv so heysa flagg, og hann kemur so til okkara, vit høvdu lítið ánilsi hvar í vit vóru komnir, av tí at kumpassin var, sum hon var.
Eg beginni at snakka eingilskt, at spyrja hvar vit eru, og hann svarar aftur, men vit forstóðu teir ikki, og nú er tað ein týskur trolari, og tað vóru vit allir óduguligir við, so vit fingu onki burtur úr tí. Vit søgdu so hvussu vorði var, skipið var sprungið lek, so begynti hann at snakkað eitt sindur, sum vit forstóðu, og tað var danskt, at hann skal taka fólkið, og sleppa skipinum, tað dámdi okkum illani, vit lógu stillir, vit høvdu tikið forseglið frá.
So begynnir hann at fáa eina kastlínu umborð, fyri at fáa sjóðra okkum umborð. Teir kasta einaferð, men rukku ikki, og kastaðu aðru ferð, men teir rukku heldur ikki, men triðju ferð, tá rakti hann í bógvin, og hann hevði ein skekil uppi í endanum.
Meðan hetta gongur fyri seg, nú síggja vit land, har var ein maður av okkum 4, sum var eitt sindur stuttligur av og til, og hann tekur eitt lodd, sum hann fann har, bindur tað upp í ein snørisstubba, og kastar tað yvir borð, stendur og ristir við tí, og sigur, at nú hava vit botn eisini, so nú er alt í fínasta lagi, nei, so biðja vit hann bara fara, og so seta vit segl aftur, og tá var veðrið blivið hampiligt. Vit sigla so, og høgætt, ella landnyrðingur var ættin, og vit sluppu norð fyri Nípubakkan, og landi sum vit sóu, var Beinisvørð, og vit høvdu tað í ein landnyrðing.
Væl hevur verið siglt allíkavæl!
Ja, tað var allíkavæl gott, so koma vit norð fyri Nípubakkan um kvøldið, og nú blívur stilli.
Nú eru vit so troyttir, at eg síggi tað at tað blívur galið við hetta lag, og nú er fríggjakvøld, ongin maður hevði blundað frá týsmorgun, so tað blívur einaferð galið, við hetta lag. Meiningin hjá mær, var at sleppa í fyrstu havn, sum vit kundu koma, men tað kundi so verða ein havn í Suðuroynni, Tvøroyri, men har blivu vit liggjandi, tí tað bleiv stillið alla náttina.
Morgunin eftir, nú er tað leygarmorgun, nú eru vit suðuri við Sumbiarendan, streymurin hevði tikið okkum, og vit máttu fylgja við.
Men so kemur lot lágt, og vit spílaðu fyri, alt tað vit áttu, og sigla so norð við Suðuroynni vestanfyri, og tonktu uppá at sleppa á Tvøroyri, tað skuldi verða tað næsta.
Tá ið vit komu norð aftur fyri Nípubakkan, nú er vestfall aftur í Suðuroyarfirði, so tað bar ikki til at fara at kryssa vestfallið, vit komu ikki suður uppá tann mátan, tað tók eisini for langa tíð, vit lótu so standa til norðureftir, og líka á Vestmanna.
Vit komu so á Vestmanna um eftirmiddagin, og hvat skuldu vit so, vit ankra, og nú eru vit illa fyri.
Hesa náttina sum vit lógu vestan fyri Suðuroynna, tóku vit ein hálvan tíma til hvønn mann, ein hálvan tíma, skuldi ein og ein liggja á beinkinum, ikki longur, tað skuldi passast væl uppá, tað skuldi ikki verða meir enn ein hálvur tími, tríggir áttu at verða uppi, tí tveir máttu altíð verða hjá pumpuni, og so máttu vit skiftast, tí tað bleiv so troyttandi, ongantíð kundi hon sleppast.
Tann bitan sum vit fingu, var ein keks, sum vit høvdu í hondini, og bitu í av og til.
Ja, so eru vit komnir inn á Vestmanna, vit heysaðu flagg upp, men tað tað tók rímiligvís ongin hensyn til, um eitt skip flaggar, tá ið tað er komið inn í havn.
Vit fáa onki gjørt, tí vit høvdu ongan bát, men vit lógu so har í einar tveir tímar, tá kemur ein bátur av útróðri, og vit fingu rópt eftir honum, so sluppu vit í land, og fingu forbindilsi við fólk.
Eg vendi mær til sýslumannin, og hann var ógvuliga ímøtukomandi, og eg segði hvussu forholdini vóru, og segði hvussu vit vóru fyri.
Hann fekk so fólk at hjálpa okkum at pumpa.
So vítt eg minnist, so haldi eg, at bedingin var upptikin. Tað bleiv orna at leggja bátin inn á sandin, eg haldi tey kalla tað kirkjusandin, eg eri ikki so kunnigur í Vestmanna, men eg haldi tað.
Og um kvøldið, tá ið tað var vori myrkt, tá vóru vit komnir upp á sandin, so tað mátti passast uppá sjóvarfalli.
Tá ið mann skal leggja skip upp á land, tað plaga tey at gera, tá ið tað var byrja at fjarða eitt lítið sindur, fyri at fáa skipið út aftur, tá ið næsta flóð kom, og so bleiv hetta gjørt, men tá vóru vit illa fyri.
Vit vóru so útasaðir, vit orkaðu onki, tað var sannheitin av øllum, men vit vóru allir so ungir og í góðum árum, evnaligir vóru eisini menninir.
So nú fóru vit at kóka okkum kaffi, og tað var fyrsti muður, vit høvdu smakka síðani vit fóru úr Kirkwall, og kaffi bleiv kókað, og tað bleiv skonkt, men ongin av okkum hevði smakkað tað, tað uppdagaðu vit, tá ið vit vaknaðu upp aftur, allir lógu vit og svóvu, tríggir við krússinum á borðinum, allir vóru sovnaðir niður við borðinum, tá ið morgunin kom aftur.
Men tann eini maðurin, hann var eitt sindur, ja, eg veit ikki hvat man kann kalla tað fyri, hann lat seg úr styvlunum, og fór upp á land at ganga og vassa, og gekk og vásaði alla náttina, meðan teir royndu at arbeiða, sum kundu arbeiða.
Tá ið tað bleiv fjøra, fingu teir tett lekan, teir fingu kolfadra, og so fingu teir neglt eina blýplátu aftur yvir, so at lekin bleiv tættur.
So næstu flóð, blivu vit hálaðir út aftur.
Og so var hendan ferðin at enda komin?
Ja, hon var ferdig í tann máta, at vit fóru so, hetta var sunnunátt, vit fóru so mánamorgunin av Vestmanna og á Fuglafjørð, tá var alt í lagi.
Tá var túrurin úti, men tað var ein ringur túrur fyri okkum.
Kundu tygum líka sagt, hvat var hetta fyri eitt skip, vit hava ikki fingið navnið at vita?
Ja, skipið at “Pride of Fife”, tað var ein deksbátur sum vit keyptu frá Anstruther.
Ja, vit takka fyri frásøgnina Andrias, og vit kunnu kanska skoyta uppí, at Pride of Fife, eina kavaroks nátt 22 apríl 1924, rak á land í Fuglafirði, og gjørdist vrak, orsøkin var at eitt skip hevði siglt teymin av.
——-
Skriva frásøgnina hevur Harald Petersen 30. oktober 2012, hann er abbasonur Andreas.
———
6. apríl 1920 hevur Andreas í Hoygarðshúsi Petersen mynstrað hesar menn við Pride of Fife af Andefjord.

Kelda: http://history.fo/document-single?imgid=83628&cHash=c2bdc2ef1a14151269a7f57d81b313b9
———-
Á DANSK SØULYKKE-STATISTIK 1924 finni eg hesa frágreiðing – sí leinki:
https://www.sbib.dk/files/bibliotek/statistik/1924.pdf og á s. 49 stendur:
262. 2m Kt. Pride of Fife af Andefjord, 69 Reg. T. Br. Bygget 1900 af
Eg og Fyr. Strandet og forlist d. 22/4 24 i Fuglefjord.
Forlisanmeldelse, dat. Sydregöte d. 1 /11 24. Søforklaring og Søforhør
i Fuglefjord d. 12/5 25. P. of F. havde hele Vinteren ligget opankret
og fortøjet i Fuglefjord. Om Aftenen d. 22/4 drev Fartøjet i Land
under haard NØ.-lig Kuling og blev Vrag. Anm. Ved Ankerkæden og
Landfortøjningerne fandtes senere en lang Trosse, der ikke tilhørte P.
of F., hvorfor det formodes, at en fremmed Fiskedamper har været
fortøjet i P. of F.s Fortøjninger og flyttet Kutterens Anker.
Eg havi onga mynd av skipinum, men sambært Copilot kundi tað kanska sæð soleiðis út.


