Fyri at halda skil á sínum ættarbandi, er skilagott at nýta eitt ella annað talgilt amboð. Mítt val fall á MyHeritage, ið eg haldi vera sera væl egnað. Hetta er ein gjalds síða, og útreiðslurnar av hesum er umleið kr. 1400 um árið, ella einar 120 kr./mánaða. Fyri hetta fái eg eitt trygt stað at goyma ættarbandið í, eitt nútímans amboð til ættartræið og leiti amboð, ið ein eftir mínum tykki ikki kann vera fyri uttan í dag, og sjálvandi eru tey talgild. Tað verið seg fólkateljingar, og atgongd til onnur ættartrøð í eru gjørd av øðrum ættargranskarum, Ein skal tó altíð vera varin at brúka persónlig ættartrøð og kanna eftir at persónarnir, ein trekkir frá øðrum, veruliga eru røttu persónarnir.
Eg vísi á hvørjari síðu á hesi meinaðuni til mína MyHeritage heimasíðu. Tó er ikki møguligt hjá einum og hvørjum at síggja innihaldi á síðuni uttan at spyrja meg um loyvi. Orsøkin er heilt einføld ,at hendan ættarskráin er ikki almenn, og er tað heldur ikki loyvt at gera hana almenna, men eg kann saktans deila upplýsingar við teg, um tú biðjur um loyvi til tess. Er tú hinvegin limur í MyHeritage, hevur tú fulla atgongd til mína síðu og kanst gera nýtslu at henni eftir egnum tørvi við undir egnari ábyrgd.
Við MyHeritage amboðnum havi eg eisni møguleika at síggja ættartalvuna, ættarbólkina, tíðarlinjuna og myndir umframt mong onnur nútímans amboð við DNA og vitlíki. Alt hetta fari eg at koma nærri inná á mínum ættargranskingarskeiði.
Her er kanska eisini rætt at nevna at MyHeritage er eitt av mongum talgildum amboðum. Hjá mær eru hini amboðini hendan heimasíðan, og Zoom/Teams og Facebook.
