Harald Sophus Gaard føddur 2. december 1883, í Oyndarfirði. Hann var sonur Heina Gaard og Annu Gaard. Harald var Skipstimburmaður. Hann doyði í 1960, 76 ára gamal í Oyndarfirði.

Heini Gaard f. 1851 og d. 1928 kom úr Garðshorni og bygdi húsini í Hálvmørk, tá hann giftist við bóndadóttrini Anna Haraldsen f. 1861 og d. 1932 í Tarti. Heini var timburmaður, tí hevur hann sjálvur smíðað gomlu Hálvmørk.
Heini var yngstur av 9 systkjum og foreldrini vóru Elsebeth Jacobsdatter f. 1806 og d. 1889 úr Garðshorni og Johan Joensen f. 1810 og d. 1872 úr Billustovu. Jóhan festi tvær merkur av próstajørðini, ið verfaðirin í Garðhorni hevði havt og giftist við dóttrini Elsebeth 28. juni 1831.
Foreldrini hjá Elsebeth Jacobdatter vóru Jacob Høgnesen 1753 – 1832 og Anna Hejnedatter 1781- 1818. Anna var seinna kona Jacob, tey giftust í 1803. Jacob og fyrra konan Anna Michelsdatter 1737- 1799 úr Elduvík giftust í 1781 men fingu ongi børn. Jacob og Anna fingur 3 børn harav Elsebeth var í miðjuni.
Jacob Høgnesen kom úr Stórustovu í Oyndarfirði, og foreldrini hjá honum vóru Høgni Joensen 1718- 1773, og mamman var Maren Danielsdatter 1725 – 1780 og fødd í Funningi, tí pápi hennara, Danial Poulsen, var av Blankaskála, Hann var eina tíð bóndi í Funningi, men festi tær báðar merkurnar í Tarti 30. august 1724, tá pápin Jógvan Poulsen tók við festinum í Blankaskála.
Foreldrini hjá Anne Heinedatter vóru Heine Johannesen 1745 – 1811 og Elsebeth Jermiasdatter f. 1755, og komu tey úr Elduvík.

Frágreiðing í (Heini Gaard) framhald
Johan Joensen kom sum sagt úr Billurstovu og foreldur hansara vóru Joen Joensen 1781 – 1864 og mamman Maren Kristine Johannesdatter 1779. Tey giftust í 1803 og fingu fýra børn og var Johan næstur í røðini.
Foreldrini hjá Jógvan i Billurstovu vóru Joen Anthoniussen 1745 – 1831 og Anna Joensdatter 1751 – 1828, tey giftust 18. november 1779. Jógvan var úr Elduvík og foreldur hansara vóru Anthonius Poulsen úr Elduvík og Magga (Margretha) Olufsdatter av Grunnlendi í Oyndarfirði
Anna Joensdatter var dóttir Jógvan Christoffersen 1712 og giftist hann 27. oktober 1747 við Maggu Høgnedatter 1708 – 1794, hon kom úr Stórustovu. Tey fingu eitt deyðføtt barn í 1751 og í desember sama ár fingu tey Annu.
Kona Jógvan var Maren Kristine Johannesdatter f. 1779. Hon var av Selatræð og beiggi hennara giftist við einari systur Jógvan í Billustovu, sum kallaðist Magga Sophia Joensdatter f. 1790.
Foreldrini hjá Maren Kristine Johannesdatter vóru Johannes Jacobsen 1738 – 1794 og Ane Margrethe Jacobsdatter 1755 – 1826, um bæði foreldrini komu av Selatrað, havi eg ikki eftirkannað.
Kona Heina Gaard var Anna Haraldsen f. 1861 og d. 1932 í Tarti.

Foreldrini hjá Annu Haraldsen vóru Harald Poulsen 1820 – 1890 og Anna Malena Anthoniusdatter 1825 – 1905 úr Elduvík. Anna Melena var seinna kona hjá Haraldi, fyrra konan Sigga Maria Klein 1827 – 1850 úr Sjúrðarstovu við Gjógv, hon doyði 22 ára gomul á barsilsong. Anna Malena og Harald Poulsen vóru systkinabørn.
Harald var sonur Poul Haraldsen 1793 – 1871 úr Tarti og Elsebeth Pedersdatter 1794 -1876 úr Stórustovu í Oyndarfirði.
Poul Haraldsen var sonur Malenu Poulsdatter 1766 – 1832 og giftist hon 19. novembur 1789 við Haraldi Andersen 1748 – 1827 úr Vík.
Elsebeth Pedersdatter úr Stórustovu var dóttir Peder Høgnesen 1762

Anna Malena Anthoniusdatter var dóttir Anthonius Joensen 1783 úr Billustovu giftist við Annu Haraldsdatter 1790 í Tarti. Tey búsettust á Brúnni í Elduvík og fingu 3 børn.
Anthonius var sonur Annu Joensdatter 1751 – 1828 úr Billustovu í Oyndarfirði og Joen Anthoniussen 1745 – 1831 úr Elduvík. Foreldrini hjá Joen vóru Anthonius Poulsen úr Elduvík og Magga (Margretha) Olufsdatter, ið var av Grunnlendi. Joen (Jógvan) festi mørkina í Billustovu í 1786.
Anna Haraldsdatter var dóttir Malenu Poulsdatter 1766 – 1832 og giftist hon 19. novembur 1789 við Haraldi Andersen 1748 – 1827 úr Vík.

