
Andreas Marius Frederik Petersen føddur 4. juni 1887 í Oyndarfirði, doyði í 1971 í Oyndarfirði, har hann er grivin.

Foreldrini hjá Andriasi vóru Peter Petersen í Hoygarðshúsi 1852-1908 og Anna Sophia Heinesen Dahl av Breyt 1854-1952.
Petur Petersen vaks upp í Hoygarðshúsi men kom úr Funningi og var sonur Jóan Petur Poulsen 1822-1862 úr Tarti og Súsonnu Petersdatter 1826-1894 undan Reyni í Funningi. Hetta vóru tí omma og abbi Andrias í faðirætt.
Jóan Petur var sonur Poul Haraldsen 1794-1871 úr Tarti í Oyndarfirði og Elsebeth Petersdatter og 1794-1876 úr Stórustovu í Oyndarfirði. Hetta merkir eisini at Andrias og Malena hava verið trímenningar úr Tarti, tí Jóan Petur og Poul vóru beiggjar.
Foreldrini hjá langommuni Súsonnu Petersdatter 1826-1894 undan Reyni í Funningi vóru Peder Johannesen 1803-1897 úr Funningi og Sigrid Magnusdatter 1802-1828 hon var fødd í Hósvík og bleiv bert 26 ára gomul.
Mamma Andrias var sum nevnt Anna Sophia Heinesen Dahl av Breyt 1854-1952. Foreldur hennara vóru Heine Eriksen 1815-1877 og Andrea Charlotta Joensdatter 1815-1904. Hetta vóru omman og abbin í móðurætt.
Foreldrini hjá Heine Eriksen vóru Anna Hejnedatter 1787-1864 av Breyt í Oyndarfirði og Erik Samuelsen 1790-1872 úr Dali. Freydis Poulsen skrivar soleiðis á s. 105 um Erik Samuelsen: “Eitt heystið aftaná fjallið var gingið komu sandoyingar norður til Oyrndarfjarðar at biðja sær avroð ella. sum sagt var “av heystinum”. Teir vóru eisini inni á Grunnlendi. Ein so fittur smádrongur var við, og bóndakonuni dámdi hann so væ, at hon spurdi, um hann ikki kundi verða eftir. Tað var tó av ongum; men tá hann var 16 ára gamal kom hann norður aftur og var á Grunnlendi, til hann giftist.”
Foreldrini hjá Andrea Charlotta Joensdatter 1815-1904 av Toftum vóru Joen Olesen 1785-1857 av Toftum og Anna Malena Johannesdatter 1789 av Selatrað. Hetta vóru sostatt langabbin av Toftum og langomman av Selatrað hjá Andriasi í móðurætt.
