Andreas Marius Frederik Petersen og Malena Clementsen

Andreas Marius Frederik Petersen føddur 4. juni 1887 í Oyndarfirði, doyði í 1971 í Oyndarfirði, har hann er grivin.

Malena Clementsen fødd 13. januar 1888 í Oyndarfirði, doyði í 1964 í Oyndarfirði, har hon er grivin.

Tey fingu 8 børn:

  • Petur Ernst Petersen føddur 1910 deyður 1991.
  • Edith Kathrina Mejnherta Petersen fødd 1913 deyð 2002
  • Jens Pauli Erling (Dessi) Petersen føddur 1915 deyður 1971
  • Arne Sofus Petersen føddur 1917 deyður 1982
  • Ketty Paula Hammer fødd 1920 deyð 1996
  • Jóhan Steingrím Petersen føddur 1923 deyður 1983
  • Asmund Petersen føddur 1925 deyður 1994
  • Eivind Petersen føddur 1928 deyður 2017

Petur Ernst Petersen var føddur 9. mai 1910, í Oyndarfirði, Hann var doyptur í Oyndarfirði. Doyði 81 ára gamal í 1991 í Oyndarfirði, har hann eisini er grivin.

Petur Ernst Petersen giftist við Sigga Henrietta Petersen (Jetta) fødd Joensen, hon var fødd 3. august 1909, í Miðvági. Har hon eisini varð doypt. Hon doyði 95 ára gomum á eldrasambýlinum Valhøll í Syðrugøtu. Hon er grivin í Oyndarfirði.Tey fingu fimm børn:

  • Jónhild Petersen f. 1935 d. 1935
  • Jónhild Maria Gaard f. 1937 d. 2018
  • Andreas Petersen f. 1940 d. 2014
  • Helgi Petersen f. 1945
  • Petra Olsen f.. 1949 d. 2017.

Edith Kathrina Mejnherta Petersen var fødd 17 september 1913, í Oyndarfirði. Hon doyði í 2002 – 88 ára gomul á sambýlinum Vestuskin í Fuglafirði. Hon er grivin í Oyndarfirði.

Erling Mortensen giftist við Edith Kathrina Mejnherta Petersen. Hann var føddur í 1912, í (Fámjin) Trongisvági. Hann doyði 82 ára gamal í 1994, á Landssjúkrahúsinum og er grivin í Oyndarfirði. Tey áttu eina dóttur:

  • Marjun Larsen f. 1955.

Jens Pauli Erling (Dessi) Petersen (sonur Andreas og Malenu) var føddur 1 Oktober 1915, í Oyndarfirði,. Hann doyði 55 ára gamal í Keypmannahavn í 1971. har hann er grivin.

Dessi giftist við Aase Challburg, ið var fødd í Danmark í 1916. Hon doyði 59 ára gomul í 1975. Tey áttu eina dóttur:

  • Jytte Chalburg fødd í 1944

Arne Sofus Petersen var føddur 2. july 1917, í Oyndarfirði. Hann doyði 64 ára gamal í 1982 í Klaksvík har hann eisini er grivin.

Arne Sofus Petersen giftist við Martina Petersen. Hon var fødd 17. april 1918, suðuri i Vági. Hon doyði 90 ára gomul í Klaksvík í 2008, har hon eisini er grivin. Tey fingu fimm børn:

  • Jaspur Sune Petersen f. 1946
  • Andreas Sonni Petersen f. 1947
  • Óli Jacob S. Petersen f. 1949
  • Malena Jacobsen doypt Petersen f. 1951
  • Selma Marjun Johannesen doypt Petersen f. 1961.

Ketty Paula Hammer var fødd 19 Mars 1920, í Oyndarfirði. Hon doyði 76 ára gomul í Oyndarfirðii í 1996, har hon eisini er grivin.

Ketty giftist við Harald Sofus Hammer úr Kinn í Oyndarfirði føddur í 1913 og doyði í 1989 í Oyndarfirði. Tey fingu fýra børn:

  • Jórun Sofía Nielsen f. 1942
  • Malan Rasmussen f. 1944
  • Jógvan Hammer f. 1947
  • Arnhild Mikkelsen f. 1950

Jóhan Steingrím Petersen var føddur 18. april 1923, í Oyndarfirði,. Hann doyði 60 ára gamal í 22. oktober 1983.

Jóhan Steingrím Petersen giftist við Herta Langgaard, Hon var fødd í Leirvík í 1927 og doyði í 1999 72 ára gomul. Tey fingu fýra børn:

  • John Reid Skoralíð f. 1950
  • Andrias (Dia) Petersen f. 1953
  • Kári Petersen f. 1960
  • Poula Petersen f. 1966

Asmund Petersen var føddur 6. juli 1925, í Oyndarfirði. Hann doyði 1994, 68 ára gamal í Oyndarfirði har hann eisini er grivin. Asmund giftist við Hansu Gaard dóttir Oluffu og Harald í Hálvmørk í Oyndarfirði, Hansa var fødd í 1927 og doyði í 2019 – 92 ára gomul. Tey fingu tvey børn.

  • Harald Petersen f. 1954
  • Deyðfødd genta f. 1962

Eivind Petersen var føddur 13. januar 1928, í Oyndarfirði og doyði í 2017 89 ára gamal.

Eivind giftist við Ester Petersen hon var dóttir Jákup og Karolinu í Garðamørk í Oyndarfirði. Hon var fødd 31. august 1931og doyði í 202 2 – 91 ára gomul. Tey fingu fimm børn:

  • Judith Karolina Petersen fødd í 1951
  • Anni Malena Nielsen fødd 1953
  • Leif Petersen føddur 1958
  • Eilif Petersen føddur 1963
  • Gunnleyg Petersen fødd í 1966